Tvøroyri er marran hjá KÍ

Tapið við Stórá í fjør var áminning hjá meistarunum um, hvussu tað ofta plagdi at ganga á Sevmýri

John Villi Wøldike Leo er týdningarmikil miðvallari hjá TB

John Villi Wøldike Leo er týdningarmikil miðvallari hjá TB

Í 2012 flutti TB av Sevmýri og inn á nýggja vøllin við Stórá í Trongisvági.

Tíggju ferðir hava TB og KÍ dystast í landskappingini við Stórá. Tølini siga, at tað sum oftast hevur gingið ógvuliga javnt á. Undantakið er fyrsti dysturin. Hann varð spældur 22. juli í 2012, og KÍ vann 6-1. Hetta er størsti sigur hjá klaksvíkingum nakrantíð á útivølli ímóti TB. Sama úrslit var á Sevmýri í 1975. Tá vann KÍ eisini 6-1.

Í hinum níggju dystunum við Stórá hevur munurin ongantíð verið meiri enn eitt mál. Fýra ferðir er tað endað javnt – tríggjar ferðir 1-1 og einaferð 0-0. KÍ hevur vunnið tríggjar ferðir 1-0, og í fjør vann TB 1-0. Fyri tveimum árum síðani – flaggdagin í 2018 – vann TB í fyrsta umfari í steypakappingini 2-1 á heimavølli ímóti KÍ. Tað rakti meint hjá klaksvíkingum, sum í 2016 høvdu vunnið løgmanssteypið fyri fyrstu ferð í 17 ár.

Søgan sigur, at serliga tey fyrstu nógvu árini, eftir at tað í 1942 varð farið undir fyrstu landskappingina, hevði TB gott tak á KÍ á Sevmýri. Hóast KÍ vann FM seks ferðir í fimmtiárunum, so var tað ikki fyrr enn í 1958, at tað fyrstu ferð eydnaðist at fáa bilbukt við TB á Sevmýri. Tá vann KÍ 4-0, og tað vóru stórtíðindi í føroyska fótbóltsheiminum og serliga í Klaksvík.

Nógv vatn er runnið í ánna síðani fyrsta TB tapið á heimavølli ímóti KÍ fyri 62 árum síðani, og klaksvíkingar vunnu síðani nógvar sigrar á Sevmýri. Eitt nú vann tiltikna 66 liðið øll fimm árini frá 1966 og fram til 1970 á Sevmýri.

Men hóast fleiri ættarlið av liðum og spælarum eru farin, og tað nú eru fleiri útlendskir spælarar bæði í Klaksvík og á Tvøroyri, so kennist tað brøtt brekka hjá klaksvíkingum at taka, tá ið teir spæla á útivølli ímóti TB.

Í gjárkvøldið fóru spælararnir suður. Einasti maður, sum ikki er tøkur, er Óli Eyðsteinsson Poulsen. Hann var sera væl fyri fyrr í ár, men nú er hann aftur darvaður av knæskaðanum, sum var orsøk til, at hann í fjør spældi millum lítið og einki.

Mikkjal Thomassen kann minna sínar menn á gongdina í fjør, nú hann fyrireikar teir til dystin ídag. Eftir at hava vunnið 7-0 á heimavølli ímóti TB, fekk jóansøkan eitt rættiligt lyft, tá ið tað eydnaðist TB at vinna 1-0.

Fyri einari viku síðani tapti KÍ 2-0 á heimavølli ímóti B36. Tað var áminning um, at tað er torført at vinna FM, og at tað er uppaftur torførari at endurvinna FM.

Nýggi TB venjarin, Michael Winter, var nøgdur við hugburðin, men ikki við avrikið, tá ið TB síðsta leygardag tapti 3-1 á útivølli ímóti NSÍ. Nú eiga Michael Winter og TB fyri fyrstu ferð heimavøll. Eirikur M. Ellendersen og Bartal Gram eru skaddir, og tað er ivasamt, um liðformaðurin Poul Ingason er førur fyri at spæla. Hann er darvaður av vøddaskaða.

TB – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 14.00

John Villi Wøldike Leo er týdningarmikil miðvallari hjá TB