U-20 landsliðsvenjarin er spentur uppá lutakastið (FM1)

(FM1) Birgir Hansen, U20 manslandsliðsvenjari og Sonni Larsen, landsliðsvenjari vóru gestir í hondbóltspanelinum á FM1 í dag

Savnsmynd: kvf.fo

Savnsmynd: kvf.fo

##med2##

Sjúrður H. Hoydal hevði tveir gestir í Hondbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag.

Fyrri gesturin sum vitjaði Rásarúmið í Krosslíð í Havn var Birgir Hansen, U20 manslandsliðsvenjari. 

U20-mennirnir skulu eisini spæla EM-kapping. Tann kappingin verður í Lettlandi í døgunum 3.-12. juli. Teir kunnu koma í bólk saman við Póllandi, Kekkia, Slovakia, Montenegro, Finnlandi, Estlandi, Grikkalandi ella Bosnia.

Mánadagin 4. november verður kastað lut hjá U18- og U20-manslandsliðunum, og er Birgir Hansen spentur og vónríkur um eitt gott lutakast.

Sjúrður H. Hoydal fekk eisini Birgir Hansen at meta um dystirnar sum vera í Okkaradeildini og SMS-deildini sunnudagin.

Seinast í sendingini fekk Sjúrður A-landsliðsvenjararan hjá monnum, Sonni Larsen ígjøgnum úr Keypmannahavn. Sonni heldur seg hava fingið nógv burturúr farna vikuskiftið, tá venjingarlega var, og A-landsliðið spældi móti U20-landsliðnum. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina Hondbóltspanelið, ið var á FM1 seinnapartin.

Savnsmynd: kvf.fo

(Hondbóltspanelið á FM1 1. november)