U15 Gentur: Lettland stjól sigurin

Leingi sá út til at dysturin móti Lettlandi fór at enda við javnleiki

Føroyska U15-landsliðið við gentum, ið byrjaði á vøllinum móti Lettlandi - Mynd: Kristmund Johannessen

Føroyska U15-landsliðið við gentum, ið byrjaði á vøllinum móti Lettlandi - Mynd: Kristmund Johannessen

Sunnudagin spældi føroyska U15-landsliðið við gentum seinasta dystin í Baltic Cup. Leingi sá út til at dysturin móti Lettlandi fór at enda við javnleiki. Men í yvirtíðini fekk Lettland tvey mál og vann 4-2

- Lettland var betra liðið. Tær høvdu bóltin meir enn vit, og tær gjørdu tað trupult fyri okkara gentur at spæla. Men vit komu til fleiri málmøguleikar enn tær lettlensku, so vit iðra okkum av álvara um úrslitið, sigur Pauli Poulsen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

Eftir at hava verið á odda 2-1 í hálvleikinum, taptu U15-genturnar 4-2 fyri Lettlandi í seinasta dystinum í Baltic Cup 2019. Jóhanna F. Sørensen gjørdi bæði málini fyri Føroyar.

Tað sá annars leingi út til at dysturin millum Lettland og Føroyar fór at enda við javnleik. Men í tíðini, sum dómarin legði afturat, skoraðu lettlendsku genturnar tvey mál.

- Tað var rættuliga heitt at spæla í dag. Hitin var um 27 stig, tá dysturin fór í gongd, og tað ávirkaði okkara gentur sjálvandi eitt sindur. Men hetta hevur verið ein góð kapping, og eg eri sera væl nøgdur við tað, sum okkara gentur hava avrikað hesar seinastu dagarnar, sigur Pauli Poulsen.

Føroyska U15-landsliðið við gentum, ið byrjaði á vøllinum móti Lettlandi - Mynd: Kristmund Johannessen