U16-hópurin til Bangladesj úttikin

Áki Johansen, venjari hjá U16-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum í oktober skal til Bangladesj

Bangabandhu National Stadion í Dhaka, har dystirnir skulu spælast

Bangabandhu National Stadion í Dhaka, har dystirnir skulu spælast

Áki Johansen, venjari hjá U16-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum í oktober skal til Bangladesj at taka lut í UEFA menningarkapping.

Í døgunum 12. til 21. oktober fer føroyska U16-landsliðið við dreingjum á eina heldur longri og øðrvísi ferð. Leiðin gongur til Bangladesj, har føroyska liðið skal taka lut í eini menningarkapping, sum UEFA skipar fyri.

Umframt Bangladesj og Føroyar, vera Maldivoyggjarnar og Kambodja eisini við í kappingini.

Áki Johansen er venjari hjá U16-dreingjunum, og saman við Jens Kristiani Hansen, hjálparvenjara, hava teir nú úttikið hópin, ið skal til Bangladesj.

Hópurin:

Fayo Jarmon Kore Kruse, EB/Streymur

Jóhann Jøkladal Højbro, ÍF

Sigurð Janusarson Rasmussen, B36

Mourits Mohr Bisgaard, Vejle BK (Danmark)

Jákup Norðoy Vilhelmsen, KÍ

Ejvind Restorff Mouritsen, HB

Hjarnar Jákupsson Johansen, B68

Jákup Andrias Thomsen, Víkingur

Áki Debes Samuelsen, FC Midtjylland (Danmark)

Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)

Rani Wenningsted Sørensen, HB

Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur

Sverri Mariusarson, EB/Streymur

Elias Isaksen, Víkingur

Rógvi Eyðbjørnsson Jacobsen, KÍ

Rói Wilhelm Fossabrúgv, B36

Tóki Hanusarson á Lógv, KÍ

Silas Ólavsson Gaard, KÍ

Bangabandhu National Stadion í Dhaka, har dystirnir skulu spælast