U16 í Bangladesj: Sjokkbyrjan vendist til stórsigur

Føroyska U16-landsliðið við dreingjum vann mikudagin stórsigur á Maldivoyggjunum. Úrslitið gjørdist 10-3 til Føroyar

Føroyski U16-hópurin eftir 10-3 sigurin ímóti Maldivoyggjunum - Mynd: www.FSF.fo

Føroyski U16-hópurin eftir 10-3 sigurin ímóti Maldivoyggjunum - Mynd: www.FSF.fo

Føroyska U16-landsliðið við dreingjum í fótbólti vann mikudagin stórsigur á Maldivoyggjunum. Úrslitið gjørdist 10-3 til Føroyar.

- Tað kendist sum at fáa ein vátan vøtt í andlitið í øllum hitanum í Dhaka. Men okkara dreingir tóku seg saman, og so blivu ikki fleiri gávur givnar. Vit spældu væl til tíðir, men hetta var ímóti einum minni góðum liði. Tað var tí sera týdningarmikið, at vit hildu fokus, og koyrdu á allan dystin. So vit eru sjálvandi sera væl nøgdir.

Soleiðis sigur Áki Johansen, venjari hjá U16-landsliðnum við dreingjum, tá hann skal taka skjótt saman um fyrsta dystin í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Bangladesj.

Mótstøðuliðið var Maldivoyggjarnar, og úrslitið gjørdist ein sannførandi 10-3 sigur til Føroyar. Føroyska liðið fekk annars eina sjokkbyrjan upp á dystin, tí longu eftir fáar minuttir var støðan 2-0 til Maldivoyggjarnar.

Men rættuliga skjótt reistust okkara dreingir, og fingu vent dystinum. Føroysku málskjúttarnir vóru Heini F. Søresen, ið skoraði trý mál, Tóki á Lógv og Mourits B. Bisgaard gjørdu tvey í part, meðan Áki Samuelsen, Ejvind Restorff Mouritsen og Jóhan Højbro stóðu fyri hvør sínum máli.

 ##med2##

Fríggjadagin klokkan 11:00 spæla Føroyar og Bangladesj. Fjórða landið í kappingini er Kambodja. Dysturin millum Bangladesj og Kambodja, endaði 2-0 til Bangladesj.

Føroyski U16-hópurin eftir 10-3 sigurin ímóti Maldivoyggjunum - Mynd: www.FSF.fo