U17: Danmark var munandi betri

Poul Kallsberg skoraði føroyska málið í 6-1 ósigrinum

Føroyska U17-liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Danmark - Mynd: www.FSF.fo

Føroyska U17-liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Danmark - Mynd: www.FSF.fo

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Svøríki. Føroyar taptu 6-1 fyri Danmark, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

Tað bleiv ikki akkurát tann byrjanin, ið vit høvdu vónað, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum seinnapartin fríggjadagin spældi fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er á skránni í Svøríki.

Føroyar taptu 6-1 fyri Danmark, sum var á odda 3-0 í hálvleikinum. Føroyska málið skoraði Poul Kallsberg, tá hann miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði um munin til 4-1.

- Hetta er eitt av bestu liðum, sum vit hava møtt, meðan eg havi verið landsliðsvenjari. Og danir siga sjálvir, at hetta er teirra besti U17-árgangur seinastu 20 árini. Úrslitið var als ikki nøktandi fyri okkum, men eg eri nøgdur við innsatsin frá okkara spælarum, sum arbeiddu hart og nógv allan dystin.

- Tað er eisini stórt spell, at vit ikki skora upp á okkara møguleikar, tí so hevði sæð nógv betri út á máltalvuni. Um vit skulu fáa eitt betri úrslit móti Svøríki, so skulu vit duga betri at útnytta støðurnar, tá vit hava bóltin, sigur Áki Johansen, venjari, við heimasíðuna hjá FSF.

Hin dysturin í bólkinum var millum Svøríki og Litava, og har gjørdist úrslitið 4-2 til sviar. Mánadagin spæla Føroyar og Svøríki.

Føroyska U17-liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Danmark - Mynd: www.FSF.fo