U17-dreingirnir spældu sær ímóti Estlandi

U17 dreingirnir vóru favorittar ímóti Estlandi og fóru til dystin við stórari hugsavnan og nærlagni - men teir fingu eisini høvi at vísa kynstur.

Føroyingarnir fingu aftur ein stórsigur at fegnast um í dag, eins og á myndini, ið Harald Bjørgvin tók av dystinum ímóti Spania í gjár

Føroyingarnir fingu aftur ein stórsigur at fegnast um í dag, eins og á myndini, ið Harald Bjørgvin tók av dystinum ímóti Spania í gjár

Føroyska U17-landsliðið helt fram við stórspælinum í dag og vann greiðan sigur upp á 22-11 ímóti Estlandi.

Tað er ikki ofta at Føroyar eru favorittar í hondbólti, men stóru úrslitini í gjár lótu ongan iva vera um at Føroyar vóru risastórir favorittar.

Tí var tað í føroyskum høpi ein eitt sindur øðrvísi avbjóðing hjá liðnum, og tað snúði seg um at halda beinini á jørðini.

Føroyingarnir byrjaðu við teimum, ið spældu flestar minuttir í gjár og støðugt fingu teir økt væl um munin. Nakað meira var skift út enn ímóti Spania í gjár, og allir leikarar sloppu at royna seg tá ið munurin var øktur upp í eini tíggju mál.

Leikararnir góvu ikki Estlandi grið, og nýttu høvi til aftur í dag at vísa fjølbroytt og sera skapandi álopsspæl, meðan verjan og málverjarnir stóðu eins væl og í gjár.

Í álopinum koyrdi bólturin eins væl og í gjár, og aftur í dag sóust fríspælingar ímillum bein, aftur um ryggar og ígjøgnum málteigin.

Eftir hálvleiksstøðuna 14-11 var tikið sær nakað av løttum í seinna hálvleiki, og tað gjørdist greitt at Føroyar fóru ikki at røkka heilt so nógvum málum sum tey 32 og 31 í gjár

Tað var kortini ongantíð ivi um at Føroyar fóru at vinna hendan dystin, og so varð eisini við úrslitinum 22-11

 

Sostatt er Føroyar greitt á odda í bólki C við seks stigum. Føroyar eru einasti liðið við fullum stigatali. Ísrael og Spania hava fýra stig, eftir at Ísrael vann á Estlandi og Georgia í gjár og Spania vann stórsigur á Ísrael í dag.

Føroyingarnir fingu aftur ein stórsigur at fegnast um í dag, eins og á myndini, ið Harald Bjørgvin tók av dystinum ímóti Spania í gjár