U17 gentur: Hesar skulu á venjingarlegu í Danmark

Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum í døgunum 12. til 20. august skal á venjingarlegu í Danmark

 

 

Komandi ár verða Føroyar vertir fyri EM-endaspælinum fyri U17-landslið við gentum - Mynd: Bjarni Enghamar

Komandi ár verða Føroyar vertir fyri EM-endaspælinum fyri U17-landslið við gentum - Mynd: Bjarni Enghamar

Komandi ár verða Føroyar vertir fyri EM-endaspælinum fyri U17-landslið við gentum. Fyri føroyska liðið verður talan um eina sera stóra uppgávu, har okkara gentur skulu royna seg ímóti fremstu og bestu londum í Evropa.

Og sum liður í fyrireikingunum til endaspælið, fer føroyski hópurin á venjingarlegu í Danmark í døgunum 12. til 20. august. Umframt venjingar, verða tríggir venjingardystir móti donskum liðum eisini á skránni.

Pauli Poulsen er venjari hjá U17-gentunum, og til venjingarleguna í Danmark hevur hann úttikið hesar 18 spælararnar:

Victoria O. í Funningsstovu, B36

Jasmin M. Darvishi, B36

Jovina av Skarði, B36

Ester Ellingsgaard, B36

Rakul í Soylu, AB

Gunnvá Lútzen, HB

Ida Mercy J. Chukwudi, HB

Sára B. Jespersen, HB

Maria V. Johansen, NSÍ

Brynhild Janusardóttir, Víkingur

Rakul Sørensen, Víkingur

Sarita Petersen, EB/Streymur

Marita Lisberg, EB/Streymur

Anna K. Mikkelsen, Skála

Jórun N. Patawary, KÍ

Anitha á Dalinum, KÍ

Jancy Mohr, KÍ

Kristina Nattestad, 07 Vestur

Áðrenn fráferð til venjingarleguna í Danmark, eru fimm venjingar á skránni, sum verða á Tórsvølli, á Toftum, í Miðvági og í Leirvík. EM-endaspælið komandi ár verður spælt frá 2. til 14. mai.

Komandi ár verða Føroyar vertir fyri EM-endaspælinum fyri U17-landslið við gentum - Mynd: Bjarni Enghamar