U17 Gentur: Norra vann aftur stórt

U17-genturnar fingu av álvara oyruni í maskinuna í fyrsta dystinum í EM-undankappingini og taptu 12-0

Norra verður mett at vera sterkats liðið í hesum bólkinum, og tær løgdu eisini fyri við at vinna stórt á Føroyum - Mynd: Bjarni Enghamar

Norra verður mett at vera sterkats liðið í hesum bólkinum, og tær løgdu eisini fyri við at vinna stórt á Føroyum - Mynd: Bjarni Enghamar

U17-genturnar fingu av álvara oyruni í maskinuna í fyrsta dystinum í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Føroyum. Føroyska liðið tapti heili 12-0 fyri Norra

Fyrr í hesum mánaðinum vann norska A-landsliðið við kvinnum stórsigur á Tórsvølli, tá tær vunnu 13-0 ímóti Føroyum. Og hósdagin vóru so norsku U17-genturnar á vitjan, og heldur ikki tær lótu nakran iva verða um, at tær vildu vinna stórt – og soleiðis bleiv eisini. Úrslitið hesaferð gjørdist 12-0 til Norra, sum var á odda 6-0 í hálvleikinum.

Fyrr um dagin spældu Aserbadjan og Slovenia fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum verður spæld í Føroyum í hesum døgum. Slovensku genturnar vóru munandi betri, og vunnu til endans 6-0.

Annað umfar í kappingini verður spælt sunnudagin. Klokkan 13:00 fara Aserbadjan og Norra á vøllin, og klokkan 17:30 møtast Føroyar og Slovenia. Báðir dystirnir vera á Tórsvølli.

Norra verður mett at vera sterkats liðið í hesum bólkinum, og tær løgdu eisini fyri við at vinna stórt á Føroyum - Mynd: Bjarni Enghamar