U17 gentur: Vunnu greitt á Vejle BK

Føroyska U17-landsliðið við gentum var greitt omaná, tá tær mánakvøldið spældu venjingardyst móti U15-liðnum hjá Vejle BK. Úrslitið gjørdist 5-0 til Føroyar

U17-genturnar vunnu mánakvøldið 5-0 í venjingardyst móti Vejle BK - Mynd: Bjarni Enghamar

U17-genturnar vunnu mánakvøldið 5-0 í venjingardyst móti Vejle BK - Mynd: Bjarni Enghamar

Mánakvøldið var fremmand vitjan á Tórsvølli. U15-genturnar hjá Vejle Boldklub er í hesum døgum á venjingarlegu í Føroyum, og mánakvøldið var venjingardystur móti føroyska U17-landsliðnum á skránni, skrivar fsf.fo.

Úrslitið gjørdist 5-0 til Føroyar. Ester Ellingsgaard úr B36 vísti onga náði yvir fyri donsku gestunum, og skoraði ikki færri enn fýra av teimum fimm føroysku málunum. Fimta málið var sjálvmál.

– Hetta var ein góður venjingardystur, og tað var eisini deiligt fyri okkara gentur, at tær fingu skorað nøkur mál, sigur venjarin hjá U17-landsliðnum við gentum, Pauli Poulsen, við heimasíðuna hjá FSF.

Føroyska U17-liðið fyrireikar seg til EM-endaspælið, sum verður í Føroyum í mái mánað komandi ár. Næsta uppgáva hjá okkara gentum er venjingarlega í Danmark, sum verður frá 12. til 20 august. Umframt venjingar, eru tríggir venjingardystir eisini á skránni á danmarkarferðini.

U17-genturnar vunnu mánakvøldið 5-0 í venjingardyst móti Vejle BK - Mynd: Bjarni Enghamar