U17-genturnar mistu hálvfinaluna í evstu løtu

Eftir at hava sýnt framúr stríðsvilja og koppað dystinum ímóti Ukraina, eydnaðist tað ikki at gera arbeiðið liðugt í seinasta minuttinum.

Jana Mittún og føroysku U17-genturnar stríddu seg enn einaferð til dystaravgerandi støðu, men høvdu ikki neyðuga hepnið

Jana Mittún og føroysku U17-genturnar stríddu seg enn einaferð til dystaravgerandi støðu, men høvdu ikki neyðuga hepnið

Føroyar – Ukraina 26-26 (13-15)

Tað byrjaði einki serligt hjá føroysku U17-gentunum ímóti Ukraina í morgun í dystinum, ið skuldi avgera hvat av liðunum skuldi sleppa í hálvfinaluna í EHF Championship kappingini í Georgia. Liðini vóru styrkismett á so at siga sama støði, men hetta sást ikki, tá ið Ukraina skoraði fýra mál á rað og gjørdi støðuna til 2-6 til sín. Sera lítið eydnaðist hjá føroysku gentunum í fyrra hálvleiki. Fríir møguleikar vórðu brendir, og tað var ov lætt hjá ukrainum at sleppa ígjøgnum føroysku verjuna.

Eftir at Føroyar høvdu tikið tvey time-out longu eftir fyrsta korterið fór spælið at líkjast eitt sindur meira tí, ið hevur eyðkent liðið í kappingini. Fleiri bóltar vóru fangaðir í verjustøðu og í álopinum fóru gjøgnumbrotini at eydnast. So við og við funnu føroysku genturnar fótafestið og fingu varðveitt munin ímillum trý og fimm mál.

Koma inn aftur í dystin

Seinastu løtuna fyri steðgin var fyrst ein møguleiki fyri at minka niður í tvey mál misnýttur, men løtu seinni eydnaðist at gera støðuna til 13-15. Og eini 20 sekund fyri steðgin var um reppið at munurin var minkaður niður í eitt mál, eftir at Rakul S. Wardum hevði bjargað fríum møguleika - men enn ein góð føroysk støða miseydnaðist.

Missa aftur

Hálvleiksstøðan gjørdist sostatt 13-15 til Ukraina, og ivaleyst vóru føroysku genturnar nøgdari við hetta enn tær ukrainsku. Tað eydnaðist eisini beinanvegin at minka um munin niður í eitt mál, men eftir sjey minuttum av seinna hálvleiki øktist munurin aftur upp í trý mál. Serliga var ukrainski málverjin avgerðandi fyri hetta. Rakul Wardum í føroyska málinum varðveitti hendan munin eina løtu, men eftir tíggju minuttum var dystarmyndin púrasta hin sama sum í fyrra hálvleiki, og støðan gjørdist 16-21 til Ukraina.

Koppa dystinum

Men tær føroysku ressaðust. Verjan fótaði sær, og eftir at Elsa Egholm hevði fingið sítt fyrsta mál við frálíkum skotið var bólturin vunnin, so at Jana Mittún kundi fara í skjótálop og skjóta sítt áttanda mál. Ukrainski venjarin var als ikki nøgdur og tók time-out. 16 minuttir og 30 sekund stóðu á klokkuni.

Næstu tvey álopini raktu ukrainar stongina og føroyska málverjan, uttan at føroyingarnir tóku av.

Men so eydnaðist brádliga. Verjan helt fram at flyta seg væl, og eftir fyrst frálíkt vongspæl og síðani skjótálop var javnleikur 23-23. Tíggju minuttir restaðu í.

Brádliga á odda

Føryingarnir fingu tveir møguleikar at leggja seg á odda næstu løtuna, men málverjin bjargaði úr fríari støðu báðar ferðir. Tíðin gekk við fáum málum, og við einum fimm minuttum eftir var støðan 24-24. Ein hart dømd útvísing mundi gerast dýr fyri tær føroysku, men tá ið Maria Pálsdóttir Nólsoy setti sítt áttanda mál inn eftir brotskast var javnleikur 25-25. Og tá ið hon beint eftir revsaði ukrainskt mistak í skjótálopinum vóru Føroyar brádliga á odda 26-25. Tveir og ein hálvur minuttur restaði í.

Avgerandi sekundini

Ein mistur bóltur tá ið júst ein minuttur restaði í gav ukrainum eitt skjótálop, ið javnaði støðuna til 26-26. Føroyingarnir fingu bóltin aftur og føroyski venjarin, Dia Midjord, tók time-out. Einki var at ivast í at hetta var støðan, ið fór at avgera dystin. Ukraina spældi seg víðari við javnleiki, so tær føroysku máttu fáa mál.

Men tað eydnaðist ikki. Tær føroysku funnu ikki møguleikan og bólturin var mistur í seinastu sekundunum, so at úrslitið gjørdist javnleikur 26-26

Sostatt skulu Føroyar spæla um fimta plássið leygardagin. Eitt heldur stórt vónbrot, tí við meira hepni í avgerandi løtunum hesar báðar seinastu dystirnar høvdu føroysku genturnar spælt hálvfinalu.

Jana Mittún var kosin besti føroyski leikari. Málverjin var kosin besti ukraini.

Jana Mittún og føroysku U17-genturnar stríddu seg enn einaferð til dystaravgerandi støðu, men høvdu ikki neyðuga hepnið