U17: Genturnar vunnu á Norra

Meðan dreingirnir hava tað trupult, so vinna genturnar sínar dystir

U17-landsliðið hjá gentum í flogbólti heldur fram at vinna í Nevza-kappingin, sum er í Ikast í hesum døgum. Dreingirnir hava rent seg í torføra mótstøðu.

U17 gentur: Noreg – Føroyar 2-3 (25-21, 25-20, 20-25, 22-25, 7-15)

Tá ið tú ert aftanfyri 2-0 í flogbólti, er bara eitt at gera. Vinna trý tey næstu settini. Tað er lættari sagt enn gjørt, men føroysku U17 genturnar megnaðu júst tað ímóti Norra fyri løtu síðan, skrivar Flogbóltssambandið.

Føroysku genturnar høvdu tað alt annað enn lætt fyrst í dystinum. Tær máttu kempa seg upp, og komu upp á liðina av Noregi nakrar ferðir, men vunnu seg ikki framum. Og eisini í 3. setti vóru genturnar undir stórum trýsti og komu langt afturum, og tað sá svart út. Men miðskeiðis í settinum var javnt, og so hugdu okkara gentur ikki afturum seg aftur. Til stuttleika kann nevnast, at síðstu løtuna í 3. setti, tá ið alt koppaði føroyska vegin, átti SÍ allar leikararnar á vøllinum. SÍ vann á Noregi.

Sterkt liðavrik

Føroysku genturnar kempaðu sera væl í hesum dystinum. Tær vístu framúr stríðsvilja, og tá ið dysturin koppaði føroyska vegin, tóktust okkara gentur hava leikliga yvirtakið og bara vuksu og vuksu. Servurnar gjørdust skarpari, og genturnar tordu í avgerandi løtum. Til seinast var talan um greiðan sigur, tí síðsta settið endaði 15-7 til Føroyar.

##med2##

Talan var um liðavrik, men skulu tvær takast fram, eru tað Eva Gunn Niclasen og Malan Maria í Haraldstovu Weihe. Tær eru rættiliga komnar fyri seg, og tað er gott fyri Føroyar.

 

Dreingirnir hava tað trupult

U17 dreingir: Danmark – Føroyar 3-0 (25-16, 25-12, 25-10)

Føroysku dreingirnir hava havt eina trupla kapping hesaferð. Dysturin í gjár ímóti Svøríki var góður, men endaði hóast tað við ósigri. Í dag var helst sterkasta liðið hinumegin, tá ið okkara dreingir skuldu leika ímóti Danmark. Føroysku dreingirnir megnaðu ongantíð at hótta Danmark.

Viðhvørt mugu vit bara staðfesta, at mótstøðan er ov sterk, og at hitt liðið er betri. Tað var støðan í dystinum í dag. Danmark var bara sterkari Og tað er so tað. Hóast allir dystirnir higartil eru taptir, er nógv at spæla fyri, so tað er ikki at falla í fátt.

Nú er hjá dreingjunum at løða upp til seinastu innleiðandi dystirnar, sum eru í morgin. Fyrst ímóti Onglandi kl. 10.00, og so ímóti Noregi kl. 18.00.