U17 genturnar vunnu – dreingirnir taptu

Flogbóltur: U17-landsliðini hava verið í dysti í Nevza-kappingin í dag

Í hesum døgu spæla U17-landsliðið við gentum og dreingjum Nevza-flogbóltskappingin í Íkast í Danmark. Genturnar vunnu á Grønlandi, meðan dreingirnir møttu harðari mótstøðu úr Íslandi og taptu.

U17 gentur: Føroyar – Grønland 3-0 (25-7, 25-7, 25-8)

Føroysku genturnar byrjaðu bólkaspælið í morgun. Føroyar eru í bólki við Íslandi, Grønlandi og Norra. Fyrsta mótstøðuliðið var Grønland, sum aftur í ár er við í kappingini. Grønlendsku genturnar hava framvegis nógv av læra, men føroysku genturnar fóru til uppgávuna ógvuliga miðvíst, og hóast nógvar skiftingar vóru á liðinum, og tríggjar sluppu at royna seg fyri allar fyrstu ferð, var ongantíð nakar sum helst ivi um úrslitið, skrivar Flogbóltssambandið.

Føroyar vunnu dystin greitt 3-0 og Vár Rajani Færø varð kosin til dagsins spælara hjá føroyska liðnum. Klokkan 16.00 í dag verður mótstøðan helst nakað harðari, tí tá skulu genturnar dystast ímóti Íslandi, sum fyrr í dag tapti tepurt fyri Noregi 3-2.

 

Dreingirnir taptu fyrsta dystin

U17 Nevza-kappingin: Føroyar – Ísland 0-3 (23-25, 25-27, 19-25)

Fyrsti dysturin hjá dreingjunum er spældur í morgun. Yvirav stóð Ísland, sum vísti seg at gerast eitt hart mótstøðulið, skrivar Flogbóltssambandið.

Tvey tey fyrstu settini vóru púra jøvn, og kundu í grundini farið báðar vegir, men íslendingar vóru sterkari, tá ið mest stóð á. Í triðja setti komu okkara dreingir langt afturum, og hóast teir tóku nakað aftur til seinast, gjørdist tað ov lítið til at venda dystinum. Ein heldur skuffandi byrjan, sum dreingirnir kunnu rætta, tá ið teir klokkan 14.30 í dag skulu spæla ímóti Svøríki. Bjarni Joensen bleiv kosin til dagsins spælara.

 ##med2## 

Føroyska U17 landsliðið við dreingjum:

Bjarni Joensen, Julian Vest Niclasen, Jógvan Kári Birgirsson, Hjørtur Joensen, Jógvan Gøthe Magnusson, Niklas Hallgren Niclassen, Silas Poulsen, Elias Ellingsgaard Petersen, Ari í Haraldsstovu Petersen, Mattias Nolsøe Isaksen, Hørður Joensen

Høvðusmynd: Føroyska U17 landsliðið hjá gentum

Hanna Iansdóttir Biskopstø, Sofía Weihe Simonsen, Sára Vatnhamar, Katrina Josefina Eliasdóttir, Eva Gunn Niclasen, Barbara Káradóttir, Vár Rajani Færø, Jakobina Joensen, Inga Helena Henriksen, Janna Falkvard, Milja Silvansdóttir, Malan Maria í Haraldstovu Weihe