U17 kvinnur: Góðkent avrik

Føroysku U17-kvinnurnar taptu í morgun 30-26 fyri einum sterkum serbiskum liði í EM-kappingini í Tbilisi í Georgia

Føroysku U17-kvinnurnar taptu í morgun 30-26 fyri einum sterkum serbiskum liði í EM-kappingini í Tbilisi í Georgia, skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum í dag.

Serbiska liðið var undan dystinum styrkismett ovast í bólkinum, sum eisini telur Bulgaria, Ukraina og Grikkaland. Føroysku kvinnurnar byrjaðu væl í verjuni, men gekk heldur strilti at fáa mál. Støðan eftir 5 minuttir var 2-1 til Serbia.

Okkara vóru frammanfyri 1-0, men annars aftanfyri allan dystin. Tær hingu tó væl í Serbia og fóru til hálvleiks við støðuni 11-13. Føroyska liðið kempaði sera væl, men vóru heldur nógvar tekniskar villur og væntaði nakað av timing í samanspælinum. Serbiska verjan stóð sterk í 6-0 støðu og máttu okkara arbeiða sera hart fyri at kom í gjøgnum.

Føroyska liðið byrjaði væl í seinna hálvleiki og var støðan 16-17 eftir 10 minuttir. Tá fekk Føroyar eina útvísing og gjørdu okkara fleiri villur og kom Serbia fram um 20-16. Hesa løtuna mistu okkara dystin, Serbia kom fram um 27-21, áðrenn okkara svaraðu aftur og hálaðu nøkur mál inn til endaliga úrslitið 30-26 til Serbia.

Jana Mittún var vald til besta føroyska leikara í dystinum. Í morgin spæla Føroyar og Bulgaria kl. 09.00 føroyska tíð.

Málskjúttar hjá Føroyum:

Jana Mittún 7

Elsa Egholm 5

Rannvá Olsen 4

Brynhild Pálsdóttir 3

Lív Bentsdóttir Zachariasen 3

Natasja Hammer 2

Maria Pálsdóttir Nólsoy 1

Frida Holm Jacobsen 1