U17-kvinnur: Tryggjaðu fimta plássið

Føroysku U17-kvinnurnar tryggjaðu sær í morgin 5. plássið í EM-kappingini í Tbilisi í Georgia

Mynd: (HSF)

Mynd: (HSF)

Føroysku U17-kvinnurnar tryggjaðu sær í morgin 5. plássið í EM-kappingini í Tbilisi í Georgia. Føroyar vunnu ein greiðan 30-16 sigur á vertstjóðini, eftir 18-8 í hálvleikinum.

Liðið fylgdust fyrstu løtuna og var støðan 5-4 til Føroyar eftir 10 minuttir. Tað var tó serliga um miðjan fyrra hálvleik, at føroyska liðið gjørdi eitt hál og fór heilt upp á 11-4. Toppskjúttin hjá Føroyum í kappingini, Jana Mittún var serliga eyðsýnd í fyrra hálvleiki við bæði gjøgnumbrotum og skjótálopum og gjørdi 7 mál í fyrra hálvleiki.

Sigurin var hálvavegna heima í hálvleikinum og tóku okkara fótin nakað av speedaranum í seinna hálvleiki. Munurin á 10 mál helt sær stóran part av seinna hálvleiki, áðrenn nøkur skjótálop at enda øktu munin upp í 14 mál, 30-16.

Natasja Hammer var vald til dagsins leikara hjá Føroyum í dystinum.

Málskjúttar hjá Føroyum:

Jana Mittún 9

Elsa Egholm 5

Rannvá Olsen 5

Natasja Hammer 5

Brynhild Pálsdóttir 3

Maria Pálsdóttir Nólsoy 2

Lív Bentsdóttir Zachariassen 3

Mynd: (HSF)