U17-landsliðið úttikið

Tað serstaka við hesum aldursbólki er, at 12 av 16 spælarum ganga á hondbóltsakademiium uttanlands

Mynd: (HSF) Í juli skal U17-landsliðið við monnum taka lut í European Open í Gøteborg í Svøríki

Mynd: (HSF) Í juli skal U17-landsliðið við monnum taka lut í European Open í Gøteborg í Svøríki

Í juli skal U17-landsliðið við monnum taka lut í European Open í Gøteborg í Svøríki. Føroyar eru í bólki við Noreg, Spania, Ísrael, Estlandi og Georgia. Hetta verður fyrstu ferð, at føroysku spælararnir, sum eru føddir í 2002 og seinni, skulu vera við í eini altjóða kapping.

Tað serstaka við hesum aldursbólki er, at 12 av 16 spælarum ganga á hondbóltsakademiium uttanlands. Kappingin í Gøteborg er í døgunum 1. til 5. juli. Venjararnir, Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher, hava úttikið sekstan leikarar til uppgávuna.

Landsliðshópurin:

Málverjar:

Pauli Jacobsen, Skanderborg

Brandur Silvurstein, Skjern

 

Vinstri vongur:

Baldur Gillason, Skjern

Janus Dam Djurhuus, Skjern

Kristoffur Bjørgvin, Oure

 

Høgri vongur:

Bogi Hansen, Skjern

Hákun West av Teigum, Skanderborg

 

Vinstri bakkur:

Pauli Mittún, Skjern

Ovi Lutzen, Kyndil

 

Spæliskiparar:

Elias Ellefsen á Skipagøtu, Skanderborg

Rói Ellefsen á Skipagøtu, Ikast/KFUM

 

Høgri bakkur:

Brian Slyne, Skjern

Sveinur Olafsson, H71

 

Strikuspælarar:

Ragnar Karlsson, Oure

Viktor Gaini, VIES

Sakir Frýdal, H71

Mynd: (HSF) Í juli skal U17-landsliðið við monnum taka lut í European Open í Gøteborg í Svøríki