U17-landsliðið við gentum úttikið

- Tað er stórt fyri genturnar at sleppa at spæla landsdystir á heimavølli, sigur Øssur Hansen

Øssur Hansen er venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, sum í døgunum 17. til 23. oktober skal spæla EM-undankapping í Føroyum - Mynd: Bjarni Enghamar

Øssur Hansen er venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, sum í døgunum 17. til 23. oktober skal spæla EM-undankapping í Føroyum - Mynd: Bjarni Enghamar

Øssur Hansen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum í komandi viku skal umboða Føroyar í EM-undankappingini, sum hesaferð verður spæld í Føroyum, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

Norra, Slovenia og Aserbadjan verða mótstøðuliðini, tá Føroyar í komandi viku eru vertir fyri EM-undankappingini fyri U17-landslið við gentum.

- Tað er stórt fyri genturnar at sleppa at spæla landsdystir á heimavølli, og vónandi fer hetta at geva okkum tað eyka elementið, sum skal til, um vit skulu fáa stig, sigur Øssur Hansen, sum væntar sær grótharða mótstøðu í undankappingini.

##med2##

- Norra er í heimsflokki á gentu- og kvinnusíðuni, og Slovenia fer eisini buldrandi uppeftir við rúkandi ferð, so tað verður øgilig mótstøða frá serliga teimum báðum londunum, men tað gevur okkara spælarum góðar royndir og førleikar at spæla móti so góðum tjóðum.

- Ímóti Aserbadjan meta vit okkum hava ein veruligan møguleika fyri at fáa stig, tí teimum hava vit spælt ímóti fyri stuttum, og tá vóru vit ikki langt aftanfyri tær, sigur Øssur Hansen við heimasíðuna hjá FSF.

U17-hópurin hevur fyrireikað seg væl til kappingina, og nú er greitt, hvørjar tær 18 verða, ið skulu umboða Føroyar.

Hópurin: 

Ró á Lakjuni, KÍ

Ronja Leonsdóttir, AB/B71

Jenny R. Petersen, ÍF

Nancy Einarsson, TB

Sunniva W. D. Christiansen, HB

Fridrikka Clementsen, AB/B71

Bjørk F. Joensen, HB

Birita P. Rasmussen, B36

Judith Eilersdóttir, AB/B71

Anitha á Dalinum, KÍ

Lív Rúnadóttir, B36

Hanna D. Hansen, B36

Mathilde Vestergaard Mørch, AaB Ålborg (Danmark)

Celia Qing Kofod Toxborg, HB Køge (Danmark)

Malena Olsen, KÍ

Karin Áslakksdóttir, Víkingur

Ester Ellingsgaard, HB

Sára Pouldóttir á Líðarenda, Víkingur

Skráin:

Hósdagin 17. oktober:

13:00 Aserbadjan – Slovenia (á Tórsvølli)

17:30 Norra – Føroyar (á Tórsvølli) 

Sunnudagin 20. oktober:

13:00 Norra – Aserbadjan (á Tórsvølli)

17:30 Slovenia – Føroyar (á Tórsvølli)

Mikudagin 23. oktober:

13:00 Føroyar – Aserbadjan (á Tórsvølli)

13:00 Slovenia – Norra (á Ovara vølli í Gundadali)

Øssur Hansen er venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, sum í døgunum 17. til 23. oktober skal spæla EM-undankapping í Føroyum - Mynd: Bjarni Enghamar

Føroyar verða vertir fyri EM-undankappingini fyri U17-landslið við gentum, sum verður spæld á Tórsvølli og á Ovara vølli í Gundadali frá 17. til 23. oktober - Bjarni Enghamar