Skal Rodgers fáa sekkin?

Tað heldur Liverpool legenda

Í gjár leikti Liverpool 0-0 á útivølli ímóti West Bromwich. Sostatt eru sjey stig upp til Manchester United á 4. plássi, og tí tykist tað ógvuliga ósannlíkt, at Liverpool skal leika Champions League fótbólt komandi kappingarár. 

 

Tað sigst, at Fenway Sports Group, ið rekur Liverpool, ikki eru nøgdir við úrtøkuna hjá Brendan Rodgers, Liverpool-venjara. Brendan Rodgers hevur staðið á odda fyri Liverpool síðani 2012, og hevur hann brúkt heili 211 milliónir pund upp á leikarar. Kappingarárið í fjør var væleydnað, tá ið Liverpool var á markinum at vinna Premier League, men í ár hava úrslitini als ikki verið líka góð. Liverpool kom ikki víðari frá einum annars lagaligum bólki í Champions League, teir hava júst tapt semifinaluna í FA Cup ímóti Aston Villa, og í besta føri verður evropeiskur Europa League fótbóltur leiktur á Anfield Road komandi kappingarár.

 

Leysasøgur vilja vera við, at Liverpool er áhugað í Júrgen Klopp, ið fer frá sum venjari hjá týska Borussia Dortmund í summar. Fyrrverandi Liverpool-leikarin, Steve Nicol, er ikki í iva um, at Liverpool burdi tráðað eftir hesum manninum.

 

- Ongin ivi er um, at um Brendan Rodgers var besti maðurin til starvið, so skuldi hann varðveitt plássið í Liverpool. Men eg meti, at tá ið Júrgen Klopp er tøkur, so er hann ein enn betri egnaður maður til venjarastarvið í Liverpool, sigur Steve Nicol við ESPN.

 

Skotski Steve Nicol umboðaði Liverpool frá 1981 til 1994. Hann leikti heili 343 dystir fyri felagið.