U17: Noah tryggjaði Víkingi steypagullið

Miðvallartalentið hjá Víkingi tryggjaði tepran steypasigur á HB.

Sigursharrin, Noah Mneney, mitt í myndini.

Sigursharrin, Noah Mneney, mitt í myndini.

Síðsta steypafinalan í ungdómsdeildini áðrenn tey vaksnu seinnapartin og í kvøld fara at dystast, var á Tórsvølli kl.14.00 ímillum Víking og HB í U17-deildini hjá dreingjum.

Miðvallartalentið hjá Víkingi, Noah Mneney, legði teir ljósabláu á odda 1-0 tá ið fyrri hálvleikur var útvið hálvrunnin. Hann var hægstur á einum hornasparksinnleggi og stútaði bóltin í mál.

Sum dysturin leið royndi HB at spenna álopsbogan, og hóast onkur góður málmøguleiki var, so eydnaðist tað ikki at fáa útjavnandi málið.

Noah Mneney gjørdist harvið sigursharri við einasta málinum í finaluni, og við 1-0-sigrinum á HB eru U17-dreingirnir hjá Víkingi harvið steypavinnarar 2019.

Dagsins leikari var Ási Dam.

Víkingur - HB 1-0 (1-0)

1-0: Noah Mneney, 18.

Sigursharrin, Noah Mneney, mitt í myndini.