U17: So nær við!

Flogbóltsgenturnar vóru nær við finaluplássunum, men taptu tepurt

U17 landsliðið við gentum í flogbólti hava víst flott spæl Nevza-kappingin, sum er í Ikast í hesum døgum. Í gjár spældu tær um at koma í finaluna, men mistu á stokkinum.

U17 gentur: Føroyar – Ongland 1-3 (19-25, 19-25, 25-20, 24-26)

Vónbrotið var stórt, tá ið genturnar mistu 4. settið eftir at hava havt fleiri dystarbóltar. Tær vóru frammanfyri 24-21, men kortini endaði tað við, at tær taptu 24-26 og mistu finaluna. Tað er ómetaliga tung, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi.

Aftanfyri 2-0

Dysturin minti nógv um dystin í gjár ímóti Noregi. Okkara gentur koma afturum 2-0 í settum, og høvdu ilt við at standa ímóti serliga hørðu smashunum og skørpu servunum frá Onglandi. Tað sá einki serligt út, men havandi í huga, hvussu tað gekk ímóti Noregi, var kortini ein lítil vón, tí hesar genturnar eru nakrir pressarar. 

Venda dystinum

Genturnar komu út í 3. setti heilt øðrvísi enn áður, og brátt vóru tær frammanfyri 6-1. Ongland svaraði eitt sindur aftur, men Føroyar hildu seg frammanfyri ígjøgnum settið og vunnu tað eisini sannførandi 25-20. Ensku genturnar vóru pressaðar og fingu ongantíð frið. Og sama gongdin var í 4. setti heilt fram til 24-21. 

Manglar so lítið í

24-21 er støðan, og tað skal bara ein vunnin bóltur til afturat. Tann bólturin kom bara ongantíð. Einki skal takast frá Onglandi, sum sanniliga spældi væl og hevur sterkt lið. Men vónbrotið hjá okkara gentum var ikki at taka feil av. Tær blakaðu seg í gólvið eftir síðsta bóltin, og ensku genturnar dansaðu. Grátur øðrumegin og gleði hinumegin. Soleiðis er ítrótt.

Bronsan at spæla um

Tað sigur ikki einki um okkara gentur, at vit í kvøld eru vónbrotin um at hava mist finaluna og “bara” skulu spæla um bronsuna ímóti Svøríki í dag. Okkara gentur høvdu undan hesum dystinum vunnið alt, og hava heilt víst kensluna av, tær kundu havt vunnið Ongland. So nær hava genturnar ikki verið finaluni í nógv Harrans ár. Tað glapp, men nú er at koyra á.

##med2##

Tær báðar Hanna og Josefina skaraðu framúr í dag. Smíl hóast vónbrot.