U17 tapti tepurt ókeypis dystin ímóti Ísrael

Føroyska U17-landsliðið hevði longu triggjað sær fremsta plássið og tvey stig við í meginumfarið, men vantaði rútmu í álopinum og taptu fyrsta dystin í kappingini.

Føroyar fingu fyrsta ósigurin higartil, men høvdu framvegis okkurt at fegnast um. Myndin er tikin av Haraldi Bjørgvin í dystinum ímóti Estlandi fyrr í dag

Føroyar fingu fyrsta ósigurin higartil, men høvdu framvegis okkurt at fegnast um. Myndin er tikin av Haraldi Bjørgvin í dystinum ímóti Estlandi fyrr í dag

Seinasti dysturin í innleiðandi bólkaspælinum er av, og Føroyar hava tapt sín fyrsta dyst í kappingini.

Hóast nógvar útskiftingar vóru føroyingarnir á odda meginpartin av dystinum, men ímóti dystarenda koppaðu ísraelsku dreingirnir føroysku favorittunum

Verjan hjá Føroyum stóð framvegis væl, meðan rútman í álopinum kanska var órógvað nakað av mongu útskiftingunum. Brandur Silvurstein fekk nógva leiktíð í dagog hann tók av við nógvum flottum bjarginum. Tað gjørdu allir útileikararnir sum ein eisini, har tað helst bara var heldur øðrvísi samansetingin í álopinum, ið gjørdi at Føroyar ikki vunnu dystin lætt.

Føroyar høvdu hug at vera á odda, men Ísrael vísti góða mótstøðu og minkaði støðugt um munin. Nakað inni í seinna hálvleiki var javnleikur 10-10. Tað helt fram at leika javnt á.

Einar átta minuttir fyri leiklok komu Føroyar á á odda við tveimum málum.

Vantandi neyvleiki loyvdi Ísrael at halda munin niðri og eisini javna til 15-15 við góðum fimm minuttum eftir og síðani at leggja seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum.

Mongu føroysku áskoðararnir í høllini royndu sítt til at stuðla føroyingunum til fimta sigurin á rað, men Ísrael hevði um endan og var frammanfyri 17-16 við færri enn tveimum minuttum eftir. Tað eydnaðist ikki føroysku dreingjunum at svara aftur, og Ísrael kundi fegnast um at vinna 18-16 á føroysku favorittunum

Kortini vóru nógvar støður at fegnast um, og fleiri leikarar fingu nógv meira leiktíð enn vanligt, og fingu spælt seg inn í kappingina, hóast tað ikki eydnaðist at fáa tvey stig í dag.

.

Framvegis er greitt er, at Føroyar fáa tvey stig við í meginumfarið, har tvey tey fremstu liðini úr bólki D standa fyri skotum. Annað av hesum liðum fær tvey stig við í meginbólk 2, meðan antin Spania ella Norra fáa seinasta plássið og null stig við.

 

Føroyar spæla ímóti næstfremsta liðnum úr Bólki D í morgin klokkan 9.30 og ímóti fremsta liðnum klokkan 14.45. Nógv bendir á at tað fyrst verður Slovakia og síðani Ungarn í standa fyri skotum.

In.fo greiðir frá meginumfarinum, tá ið samansetingin er avgjørd um stutta løtu.

 

FM1 og in.fo eru framvegis á staðnum og FM1 sigur beinleiðis frá øllum føroysku dystunum í morgin ov í ovurmorgin.

Føroyar fingu fyrsta ósigurin higartil, men høvdu framvegis okkurt at fegnast um. Myndin er tikin av Haraldi Bjørgvin í dystinum ímóti Estlandi fyrr í dag