U18 og U21 leggja fyri í dag

Stóra steypafinaluvikuskiftið hjá FSF verður um vikuskiftið. Byrjað verður í dag við Gentur U18 og Dreingir U21

Stóra steypafinaluvikuskiftið hjá FSF verður spælt á Tórsvølli fríggjadagin og leygardagin, 20. og 21. september - Mynd: Bjarni Enghamar

Stóra steypafinaluvikuskiftið hjá FSF verður spælt á Tórsvølli fríggjadagin og leygardagin, 20. og 21. september - Mynd: Bjarni Enghamar

Stóra steypafinaluvikuskiftið hjá FSF verður spælt hetta vikuskiftið. Lagt verður fyri fríggjadagin, tá Gentur U18 og Dreingir U21 fara á vøllin, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

Síðani 2012 hevur Tórsvøllur verið karmur um allar steypafinalurnar hjá gentum og dreingjum, og kvinnum og monnum. Allar finalurnar eru blivnar spældar yvir eitt vikuskiftið, og ætlanin var eisini, at soleiðis skuldi verða aftur í ár.

Men eftir ynski frá U15-dreingjunum hjá Víkingi, og U13-gentunum hjá 07 Vestur, eru tvær finalur longu avgreiddar.

Mikudagin í síðstu viku varð finalan um Cadbury steypið (Dreingir U15) spæld í Runavík, har KÍ og Víkingur møttust. Úrslitið gjørdist 4-2 til klaksvíkingar. Og farna mikudag varð finalan í steypakappingini fyri Gentur U13 spæld, tá HB vann 4-1 á 07 Vestur. Sostatt er HB fyrsta felag, ið vinnur steypakappingina fyri Gentur U13.

Stóra steypafinaluvikuskiftið byrjar kortini sum tað plagar, við at Gentur U18 og Dreingir U21 spæla fríggjadagin. Síðani eru fimm finalur á skránni leygardagin. Byrjað verður leygarmorgunin klokkan 10:00, og bólturin gevst ikki at rulla á Torsvølli fyrr enn umleið klokkan tíggju um kvøldið, tá finalan um Løgmanssteypið hevur verið. 

Fríggjadagin 20. sepember:

Kl. 17:30 Gentur U18 (B36 - ÍF/Víkingur/B68)

Kl. 20:00 Deingir U21 (HB - Skála) 

Leygardagin 21. september:

Kl. 10:00 Dreingir U13 (B36 - HB)

Kl. 11:30 Gentur U15 (B36 - KÍ)

Kl. 14:00 Dreingir U17 (Víkingur - HB)

Kl. 16:30 Kvinnur (HB - EBS/Skála)

Kl. 20:00 Løgmanssteypið (HB - Víkingur) Beinleiðis á FM1

Stóra steypafinaluvikuskiftið hjá FSF verður spælt á Tórsvølli fríggjadagin og leygardagin, 20. og 21. september - Mynd: Bjarni Enghamar