U19 Gentur: Vunnu uppiborið á Litava

- Vit høvdu munin allan dystin, sigur Pætur S. Clementsen

Føroyski U19-hópurin við gentum, ið seinastu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping í Vasaa í Finnlandi - Mynd: www.FSF.fo

Føroyski U19-hópurin við gentum, ið seinastu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping í Vasaa í Finnlandi - Mynd: www.FSF.fo

Føroyska U19-landsliðið við gentum vann seinasta dystin í EM-undankappingini, og endaði harvið nummar 3 í bólkinum. Finnland endaði fremst við fullum stigatali

- Vit høvdu munin allan dystin, og munurin bara vaks sum seinni hálvleikur leið. Vit komu eisini til alsamt fleiri málmøguleikar, umframt nøkur hornaspørk. So hetta var uppiborið, sigur venjarin, Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Føroyska U19-landsliðið við gentum, ið seinastu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping í Vasaa í Finnlandi, vann síðsta dystin í kappingini. Eftir at hava tapt fyri Kekkia og Finnlandi, vunnu føroysku genturnar týsdagin móti Litava. Úrslitið gjørdist 1-0 til Føroyar.

Tað sá annars leingi út til, at tað fór at enda málleyst. Men í yvirtíðini skoraði Jensa Tórolvsdóttir sigursmálið.

- Eg unni teimum so hjartaliga hendan sigurin. Serliga tá hugsað verður um innsatsin, sum tær hava víst í allari kappingini. At kunna reisa seg eftir avsmurningin móti Finnlandi, vísir sálarliga styrki, so hetta var fantastiskt, sigur Pætur Clementsen.

Finnland vann bólkin við fullum stigatali. Kekkia fekk 6 stig, Føroyar 3 stig, meðan Litava endaði aftast við ongum stigi.

Føroyski U19-hópurin við gentum, ið seinastu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping í Vasaa í Finnlandi - Mynd: www.FSF.fo