U19-genturnar stórsigraðu á Georgia

Føroyar vóru í minst einum flokki omanfyri Georgia

Lív S. Poulsen og hinar føroysku genturnar gagnnýttu nógvar bjargingar við skjótálopum

Lív S. Poulsen og hinar føroysku genturnar gagnnýttu nógvar bjargingar við skjótálopum

U19-gentur:

Føroyar - Georgia 31-20

 

Føroyar skulu spæla um fimta plássið í W19-Championship kappingini í Litava. Tað gjørdist greitt, eftir at føroysku U19-genturnar vunnu greiðan sigur á Georgia við úrslitinum 31-20

Tað sást skjótt, at føroysku genturnar høvdu meira góðsku enn Georgia.

Tíðliga í seinna hálvleiki vóru Føroyar á odda við fýra málum, og spurningurin var um hetta fór at ganga sum ímóti Turkalandi, tá ið dysturin koppaði heilt á høvdið.

Men føroyingarnir lótu hetta ikki henda aftur. Mál komu av øllum plássum, og flest allir leikarar sloppu at royna seg.

Tá ið so Alda av Skarði fekk fatur í einum skoti fyri og einum eftir, fór munurin at økjast í hvørjum.

Tíðliga var greitt at føroysku genturnar fóru at vinna - spurningurin var bert við hvussu nógvum.

Tað endaði so 31-20 til Føroyar, ið nú skulu spæla um fimta plássi í kappingini í morgin.

Tað verður ímóti antin Norðurmakedónia ella Kosova, ið spæla seinni í dag.

Alda av Skarði varð vald dagsins leikari.

Málskjúttar koma seinni.

Lív S. Poulsen og hinar føroysku genturnar gagnnýttu nógvar bjargingar við skjótálopum