U19-genturnar taptu fyrsta dystin - Kekkiska álopið var ov neyvt

Tað lá leingi væl fyri hjá føroysku U19-gentunum í hondbólti, men í seinna hálvleiki, og serliga seinastu minutturnar rann Kekkia undan.

Mynd: Hsf.fo

Mynd: Hsf.fo

Eitt rættiliga sterkt føroyskt U19-landslið hjá gentum spældi sín fyrsta dyst í EM-kappingini í Litava fyrrapartin.

Við lekarum sum Súnu Krossteig Hansen, Mariu H. Weyhe og Maritu Mortensen, ið allar vóru millum tær heilt frægu í SMS-deildini farna kappingarár, og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, ið fekk fyrsta dystin fyri donsku silvurvinnararnar, Herning-Ikast, fyrr í ár, koyrdi føroyska álopið væl í fyrra hálvleiki.

Tað var kortini trupult at steðga einum góðum og neyvum kekkiskum álopið, og Føroyar fóru inn í seinna hálvleik aftanfyri 15-14.

Nú eydnaðist heldur minni hjá føroysku gentunum, og við einum tíggju minuttum eftir, var munurin øktur upp í fýra mál til Kekkia.

Tað eydnaðist ikki føroyingunum at stríða seg inn aftur, og í staðin øktist munurin til endaliga úrslitið 33-25, ið var ein heldur stórur munur í mun til leikgongdina.

Føroyar eru í bólki við Kosova og Turkaland umframt Kekkia. Kosova og Turkaland spæla seinni í dag.

Tvey tey fremstu liðini í bólkinum koma í hálvfinaluna ímóti teimum tveimum fremstu úr hinum bólkinum, so har er framvegis nógv at spæla um, tá ið Føroyar spæla ímóti Turkalandi í morgin og Kosova hósdagin.

Mynd: Hsf.fo