U19: Høvdu uppiborið betri

- Sjálvt um vit taptu, so eri eg kortini nøgdur við avrikið, ið føroysku spælararnir vístu, sigur venjarin

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Lettlandi í fyrra av tveimum venjingardystum, sum verða spældir hesa vikuna - Mynd: www.FSF.fo

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Lettlandi í fyrra av tveimum venjingardystum, sum verða spældir hesa vikuna - Mynd: www.FSF.fo

Føroyska U19-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum er í Lettlandi, har tær skulu spæla tveir venjingardystir, tapti fyrra dystin, sum varð spældur hósdagin. Úrslitið gjørdist 2-1 til Lettland

- Talan var um ein javnan dyst, og tað er eisini fult í tráð við leikgongdina, at vit leggja okkum á odda tá tíggju minuttir vóru spældir. Vit sótu á meginpartin av spælinum, og høvdu sum heild tamarhald á dystinum. Men sum fráleið kom Lettland meir við, og tað eydnast teimum at fáa tvey mál, sum vit av álvara iðra okkum um, sigur Pætur Clementsen, venjari, við heimasíðuna hjá FSF.

##med2##

Føroyska U19-landsliðið við gentum er í hesum døgum í lettlendska høvuðsstaðnum, Riga, har tær skulu spæla tveir venjingardystir móti Lettlandi. Fyrri dysturin varð spældur hósdagin, og úrslitið gjørdist ein tepur 2-1 sigur til vertirnar. 

Føroyar komu á odda

Tað var annars føroyska liðið, ið kom á odda við máli sum Les Lisberg skoraði. Okkara gentur spældu seg eisini til fleiri aðrar góðar kjansir, men tíverri spurdist ikki meir burturúr. Í staðin javnaði Lettland stutt fyri steðgin, og tá tólv minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki skoraði Lettland til 2-1.

- Sjálvt um vit taptu, so eri eg kortini nøgdur við avrikið, ið føroysku spælararnir vístu. Tað er heldur ikki so ofta at vit spæla so javnar dystir, so vit eru øll hørm um sjálvt úrslitið. Men nú skulu vit fyrireika okkum væl til næsta dyst, sum verður leygardagin, og tað gleða vit okkum til, sigur Pætur Clementsen.

Aftaná dystin varð føroyski liðskiparin, Sanna Svarvadal vald til dagsins spælara.

Fakta: 

Føroyar: 1. Eyðgerð Mikkelsen (M), 2. Armgarð undir Leitinum, 3. Jacoba K. Neshamar, 6. Birita Ryan, 7. Sanna Svarvadal (L), 10. Jensa K. Tórolvsdóttir, 11. Silja P. Augustinussen, 14. Maria Djurhuus, 15. Mona Rasmusdóttir, 16. Lea Lisberg og 17. Hanna L. Jacobsen.

Í seinna hálvleiki komu Vár Miðberg, Emma Hansdóttir, Julia Helena Dal Henriksen, Maria á Lakjuni, Marjun Ó. Danielsen og Rebekka J. Olsen á vøllin.

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Lettlandi í fyrra av tveimum venjingardystum, sum verða spældir hesa vikuna - Mynd: www.FSF.fo

Les Lisberg skoraði føroyska málið - Mynd: www.FSF.fo