U19 landsliðið: Útvísingar og mannsverjan ørkymlaði Føroyar

Føroyska U19 kvinnulandsliðið hevur júst tapt 29-25 ímóti Turkalandi

Mynd: HSF

Mynd: HSF

Kvinnulandsliðið er í hesum døgum í Litava og spælir W19 Championship, og tíverri hava føroysku kvinnurnar tapt báðar sínar dystir. Í gjár taptu Føroyar 33-25 ímóti einum sterkum kekkiskum liði, og í dag hava Føroyar tapt tepurt ímóti Turkalandi 29-25,  eftir at Føryar høvdu leiðsluna í hálvleikinum við 14-11.

Føroyar byrjaðu dystin serstakliga væl, og føroysku kvinnurnar løgdu seg á odda 3-0 beinavegin. Føroysku leikarirnir skiftust um at skjóta mál, og tað var góð ferð á teimum føroysku álopinum fyrstu løtuna. Føroyar stóðu eisini væl í verjustøðu og megnaðu at ørkymla Turkaland, sum vann sín fyrsta dyst ímóti Kosovo í gjár.

Fyrri hálvleikur gekk eftir bókini og gongdin helt áfram í seinna hálvleiki. Tá ið fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki vóru Føroyar heili fimm mál framanfyri 16-11. Turkaland valdi síðani at mannsverja Súnu Krossteig Hansen, og hetta ørkymlaði í staðin Føroyar.

Súna Krossteig Hansen kundi nú ikki gera síni sermerktu gjøgnumbrot og hetta var als ikki gott fyri føroyska álopsspælið.

Føroyar høvdu trupult at skora restina av dystinum, og føroysku kvinnurnar vóru heldur illa fyrireikaðar uppá mannsverjuna. Maria H. Weyhe, var eisini mannsvard í stórum pørtum av seinna hálvleiki. Umframt tað, fingu Føroyar eisini nógvar útvísingar, og høvdu tískil trupulleikar at steðga Turkalandi seinastu løtuna. Birita Ryan í føroyska málinum helt Føroyar inni í dystinum eina løtu, men hetta var ikki nóg mikið, tá ið bólturin ikki vildi inn hinumegin.

Føroysku kvinnurnar fara at føla at tær blakaðu stigini burtur líka so nógv sum Turkaland vann. Føroyska liðið helt ikki høvdið kalt tá ið dysturin skuldi avgerast, og tað kostaði í dag.

Les meira um føroyska U19-liðið í Mikudagssosialinum, ið verður borðin í hvørt hús.

 

Málskjúttarnir á føroyska liðinum vóru hesar:

Maria Weyhe: 8 

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen: 5 

Marita Mortensen: 4

Eva Barba Arge: 4

Súna Krossteig Hansen: 1

Hjørdis Viðstein: 1

Sólja Bárðadóttir Poulsen: 1

Ingunn Kristina Persson: 1

Mynd: HSF