U19: Taptu móti góðum kekkiskum liði

- At tapa 5-0 er sjálvandi ongantíð eitt gott úrslit, men vit møta einum sera góðum kekkiskum liði, sigur Pætur S. Clementsen

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Kekkia - Mynd: www.FSF.fo

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Kekkia - Mynd: www.FSF.fo

U19-landsliðið við gentum tapti fyrsta dystin EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Finnlandi. Mótstøðuliðið var Kekkia, sum vann 5-0, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

- At tapa 5-0 er sjálvandi ongantíð eitt gott úrslit, men vit møta einum sera góðum kekkiskum liði. Vit byrja væl, og fyrsta málið kom ikki fyrr enn eftir 23 minuttir. Í hálvleikinum var støðan 3-0, og vit kendu vit á okkum, at hetta var ein heldur stór leiðsla, sigur U19-landsliðsvenjarin, Pætur S. Clementsen.

##med2##

- Í seinna hálvleiki verður brekkan brættari, tá tær skora til 4-0, og ein av okkara fær reytt kort. Men tíbetur var reaktiónin hjá okkara spælarum góð, og tær stríðast alt fyri at fyribyrgja einum rættiligum skrædli. Gamaní taptu vit við fimm málum, men tað var hugaligt at síggja tann stríðsvilja, ið okkara spælarar vístu, so tapið ikki bleiv óneyðuga stórt, sigur Pætur og leggur afturat:

- Sjálvt um innsatsurin var í lagi, so iðra vit okkum um, at vit ikki hava bóltin meira og megna at skapa fleiri kjansir. Men vit ráða ikki altíð yvir gongdini í dystinum, tá vit møta so sterkari mótstøðu, sigur Pætur S. Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum.

 Talan var um fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Vaasa í Finnlandi. Hini bæði londini í bólkinum eru vertslandið Finnland og Litava. Og samstundis sum Føroyar spældu móti Kekkia, vann Finnland heili 9-0 á Litava.

##med3##

- Nú hvíla vit og byrja at fyrireika okkum til dystin móti Finnlandi. Tær eru væntandi eitt sindur sterkari enn Kekkia, so okkara gentur fáa seg veruliga royndar, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Kekkia - Mynd: www.FSF.fo

Føroysku genturnar gera seg klárar til at dystast við Kekkia - Mynd: www.FSF.fo