U19 til Riga at spæla venjngardystir

Í morgun setti føroyska U19-landsliðið við gentum kósina ímóti Riga í Lettlandi, har tveir venjingardystir eru á skránni

U19-hópurin við gentum avmyndaður við eitt av flogførunum hjá Atlantic Airways - Mynd: www.FSF.fo

U19-hópurin við gentum avmyndaður við eitt av flogførunum hjá Atlantic Airways - Mynd: www.FSF.fo

Sum fyrireiking til komandi EM-undankapping hjá føroyska U19-landsliðnum við gentum, sum verður í heyst, er liðið fari til Riga í Lettlandi, har tveir venjingardystir eru á skránni seinni í vikuni. Fyrri dysturin verður á middegi hósdagin, meðan tann seinni verður sunnumorgunin klokkan 10:00, føroyska tíð.

Møguleiki verður at stroyma dystirnar. Slóð til stroymingina verður at finna á Facebook-vanganum hjá FSF. EM-undankappingin verður í Finnlandi frá 1. til 8. oktober. Umframt Finnland og Føroyar, vera Litava og Kekkia eisini við í kappingini.

Pætur Smith Clementsen er venjari hjá U19-gentunum, og tær 18, ið eru við á ferðini í Lettlandi, eru hesar:

Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen, HB

Armgarð undir Leitinum, B36

Jacoba Kærnø Neshamar, Jerne IF (DK)

Julia Helena Dal Henriksen, HB

Rebekka Jóhannusardóttir Olsen, ÍF/Víkingur/B68

Birita Ryan, KÍ

Sanna Svarvadal, KÍ

Emma Hansdóttir, B36

Marjun Óladóttir Danielsen, B36

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, ÍF/Víkingur/B68

Silja Augustinussen, EBS/Skála

Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ

Vár Miðberg, AB/B71

Maria Djurhuus, AaB (DK)

Mona Rasmusdóttir, ÍF/Víkingur/B68

Lea Lisberg, EBS/Skála

Hanna L. Jacobsen, B36

Maria á Lakjuni, ÍF/Víkingur/B68

U19-hópurin við gentum avmyndaður við eitt av flogførunum hjá Atlantic Airways - Mynd: www.FSF.fo