U19: Umsíðir koppaði dysturin føroyska vegin

Føroyska liðið er í hesum døgum og spælir V19 Championship í Litava.

Mynd: HSF

Mynd: HSF

Føroyska U19 kvinnulandsliðið hevði undan dystinum í dag, tapt báðar sínar dystir í kappingini, men í dag var søgan ein onnur. Føroyar spældu í dag ímóti Kosovo, ið er tað veikasta liðið í bólkinum. Kosovo hevði eins og Føroyar tapt báðar sínar dystir, áðrenn dagsins dyst.

Føroyar vunnu dystin 23-22. Føroysku kvinnurnar høvdu okkurt at prógva, eftir at tær lótu stigini frá sær ímóti endanum av dystinum týsdagin, ímóti Turkalandi. Og hetta sást eisini tíðiliga á føroysku leikarunum. Hesin dysturin gekk tó ikki heilt eftir bókini, og bleyv heldur tættari enn man kanska hevði vónað.

Fyrsta løtan var rættiliga undirhaldandi. Føroyska liðið kom til góðar málmøguleikar hvørja fer, men tað var sum føroysku leikarirnir vóru ovur spentir fyrstu løtuna. Føroyar vóru tó omaná 15-14 í hálvleikinum.

Tað sást eisini at kvinnurnar úr Kosovo vildu vinna líka so nógv sum føroyska liðið, og munurin á báðum liðunum var helst at Føroyar megnaðu betur enn Kosovo at geri tey fríkøstini í skuldu til ímóti endanum, Hetta gjørdi at spæla hjá Kosovo seinkaði nógv.

Hesin dysturin endaði við at koppa føroyska vegin ímóti endanum. Nakað sum hinir báðir dystirnir høvdu til felags var, at orkan hjá føroyum gekk undan, upp undir dystarlok. Men í dag skuldi tað ikki verða orkan ið koppaði Føroyum, og tískyld skiftu Føroyar meir út í dag, enn hinar dystirnar, og hetta vísti seg at geva úrslit.

Hetta var ein serstakliga søtur sigur hjá Føroyum, føroysku kvinnurnar megnaðu at rætta uppá nøkur øki, ið tær hava havt tað trupult við hinar dystirnar. Hetta var ikki tann stásiligasti hondbóltsdysturin, men tað eru oftast teir sigrarnir, ið man arbeiðir hart fyri, sum eru søtast.

Málskjúttarnir vóru hesir:

Súna Krossteig Hansen: 6

Maria Weyhe: 6

Lív Poulsen: 6

Ingunn Kristina Persson: 2

Sólja Poulsen: 2

Hjørdis Viðstein: 1

Sólbjørt Høj: 1

Karin Midjord: 1

 

 

 

Mynd: HSF