U19 venjingardystir í Norðurírlandi

Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið U19-hópin við dreingjum til venjingardystir móti Norðurírlandi

U19-landsliðið, sum í fjør var til EM-undankapping í Írlandi. Í ár skulu U19-dreingirnir til undankapping í Danmark - Mynd: www.FSF.fo

U19-landsliðið, sum í fjør var til EM-undankapping í Írlandi. Í ár skulu U19-dreingirnir til undankapping í Danmark - Mynd: www.FSF.fo

Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið U19-hópin við dreingjum, sum 3. og 5. september skal spæla tveir venjingardystir á útivølli móti Norðurírlandi

Sum fyrireiking til komandi EM-undankapping, skal føroyska U19-landsliðið við dreingjum í næstum til Norðurírland at spæla tveir venjingardystir. Fyrri dysturin verður á Stangmore Park týsdagin 3. september, meðan tann seinni verður á The Showgrounds hósdagin 5. september.

Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U19-landsliðnum, og hann hevur nú úttikið 18 spælarar til venjingardystirnar móti norðurírum.

Venjingardystirnir móti Norðurírlandi eru liðir í fyrireikingini til EM-undankappingina, sum verður í Danmark frá 12. til 20. november. Føroyar eru í bólki saman við Fraklandi, Danmark og Finnlandi.

Hópurin:

Bjarti Vitalis Mørk, HB

Andreas Thomsen, B36

Børge Petersen, KÍ

Ári Arge, OB (Danmark)

Kristian Svabo Eliasen, KÍ

Elias El Moustage, Thisted (Danmark)

Hanus Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)

Símun Sólheim, HB

Leivur F. Guttesen, SønderjyskE (Danmark)

John Johannesen, KÍ

Nikolei Johannesen, TB

Peter Bergmann Hansen, OB (Danmark)

Dánial Suma Poulsen, Holbæk (Danmark)

Meinhard Debes Geyti, NSÍ

Noah Hans Mneney, Víkingur

Gundur E. Petersen, ÍF

Andrass Johansen, B36

Gullbrandur Øregaard, Hinne FK (Norra)

U19-landsliðið, sum í fjør var til EM-undankapping í Írlandi. Í ár skulu U19-dreingirnir til undankapping í Danmark - Mynd: www.FSF.fo