U21: AB vann steypakappingina

Argjamenn vunnu í gjár steypakappingina í U21 við 2-1 sigri á B36

AB vann í gjár steypafinaluna hjá U21. Argjamenn vunnu 2-1 á B36 á Tórsvølli. Rói Klakkstein Vilhelm skoraði bæði málini fyri AB.

Argjamenn komu á odda eftir innkast í vinstru, har Rói Klakkstein Vilhelm akkurát fekk fótin á. Tað gekk nakað hart fyri seg, tí miðskeiðis í fyrra hálvleiki komu ikki færri enn fýra gul kort. Sjey minuttir fyri tíð javnaði Rani í Soylu fyri B36.

Eitt lítið korter fyri tíð skoraði Rói Klakkstein VIlhelm málið, sum skuldi vísa seg at verða avgerandi. B36 legði stórt trýst á, men argjamenn stóðu ímóti. Hetta er fyrsu ferð, at AB vinnur steypakappingina hjá U21.

##ms##