U21: Hesir skulu vaska stórtapið av sær

Seinast tapti U21-landsliðið heili 7-1 móti Norðurmakedónia - nú skal tapið vaskast av

Týsdagin 19. november klokkan 17:00 skal føroyska U21-landsliðið í dyst aftur, tá Norðurmakedónia kemur á vitjan á Tórsvølli - Mynd: Bjarni Enghamar

Týsdagin 19. november klokkan 17:00 skal føroyska U21-landsliðið í dyst aftur, tá Norðurmakedónia kemur á vitjan á Tórsvølli - Mynd: Bjarni Enghamar

Fyrr í ár tapti U21-landsliðið heili 7-1 á útivølli móti Norðurmakedónia. Tapið er eitt tað mest eyðmýkjandi í søguni hjá U21-landsliðnum. Lukkutíð fyri U21-landsliðið, so hava teir møguleika at vaska stórtapið av sær, tá Norðurmakedónia er gestur á Tórsvølli týsdagin klokkan 17.

- At tapa 7-1 er og verður ongantíð ein ynskistøða. EM-undandysturin í dag fer nokk ongantíð í gloymibókini, hóast eg vildi ynskt, at hann longu nú var gloymdur! Venjarin hevur høvuðsábyrgdina fyri gongdini, og hana viðurkenni eg til fulnar. Eg harmist spælaranna vegna, eisini vegna allar fótbóltsføroyar, men viðhvørt er veruleikin eirindaleysur! Vit kunnu velja at verða liggjandi ella reisa okkum. Eg velji seinnu loysnina, skrivaði Eli Hentze eftir dystin í Norðurmakedónia. 

Síðani heimliga kappingin endaði síðst í oktober, hava Eli Hentze, høvuðsvenjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari, arbeitt við einum hópi, ið taldi 26 spælarar, sum síðani skuldi skerast niður í 20.

Tilsamans níggju venjingar við bruttohópinum hava verið á skránni, og nú er greitt, hvussu endaligi hópurin sær út, og hvørjir teir 20 verða, ið skulu dystast við norðurmakedónar.

Hópurin:

Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre (Danmark)

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Andrias Edmundsson, Sunderland FC (Ongland)

Ólavur Niclasen, KÍ

Andri Benjaminsen, NSÍ

Jákup B. Andreasen, KÍ

Lukas Grenaa Giessing, AB

Petur Knudsen, NSÍ

Daniel Johansen, HB

Hugin Samuelsen, B36

Magnus Holm Jacobsen, B36

Stefan Radosavljevic, B36

Pætur Petersen, HB

Mads B. Mikkelsen, Vendsyssel FF (Danmark)

Hannes Agnarsson, B36

Adrian Justinussen, HB

Steffan Løkin, EB/Streymur

Týsdagin 19. november klokkan 17:00 skal føroyska U21-landsliðið í dyst aftur, tá Norðurmakedónia kemur á vitjan á Tórsvølli - Mynd: Bjarni Enghamar