U21-landsliðið skal reisa seg í hitanum í Ísrael

- Vit skulu út á vøllin at vísa vilja, styrki og dirvi ikki minst, sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari

Føroyska U21-landsliðið er í Ísrael, har liðið í kvøld skal spæla EM-undankappingarlandsdyst. Meðan tað er við at blíva kalt í Føroyum, so er nógvur hiti í Ísrael. Føroyska liðið fór úr Føroyum fríggjadagin og var frammi seint fríggjakvøldið.

-       Í sera nógvum hita hava vit so havt tríggjar venjingar, ið allar hava verið fyrrapart á degi. Í gjáramorgunin vóru vit á leikvøllinum, har dysturin verður spældur, sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari.

##med2## 

Hann er væl nøgdur við ferðina higartil og sigur, at spælarar eru væl fyri og til reiðar at stríðast fyri Føroyar og liðið. Føroyska liðið hevur spælt tríggjar dystir, meðan Ísrael hevur spælt ein.

- Ísrael hevur spælt ein dyst í hesi EM-undankappingini. Á útivølli móti Kasakstan, har teir vunnu tepran 2-1 sigur. Harumframt hava teir spælt tríggjar venjingardystir. Vit eru nokkso vísir í, at Ísrael fer at loypa á við nógvum monnum langt frammi á okkara hálvu. Ísrael er lið, sum er tekniskt væl fyri, sigur Eli Hentze.

 ##med3##

Føroyska U21.landsliðið skal reisa seg, eftir 7-1 tapið í Norðurmakedonia. Undan tí dystinum hava vit tapt 3-1 á heimavølli móti Kasakstan og 3-0 á útivølli móti Montenegro.

- Vónirnar til dyst eru altíð góðar. Okkara spælarar kenna vegin. Okkara spælarar vita, hvat skal til. Vit skulu út á vøllin at vísa vilja, styrki og dirvi ikki minst, sigur Eli Hentze.

U21-landsdysturin móti Ísrael verður í dag klokkan 17.35.