U21-landsliðsspælari til HB

HB hevur í dag gjørt sáttmála við 20-ára gamla miðvallaran, Mads Boe Mikkelsen. Hann hevur umboða Danmark á U17- og U18-landsliðnum, og Føroyar á U21-landsliðnum.

Mads verður lýstur sum ein evnaríkur og spennandi spælari, sum kann spæla á flestu framrættaðu plássunum. Hann hevur spælt í Superliguni við Vendsyssel, og skoraði í sínum fyrsta dysti frá byrjan. Hetta ein spælari, sum venjarin, Jens Berthel Askou kennir væl.

– Mads er ein ungur spælari, sum enn hevur sítt endaliga gjøgnumbrot til góðar. Hann hevði nøkur góð avrik, men var óheppin við nøkrum smærri skaðum. Og tá hann nú bleiv tøkur á marknaðinum, samdust vit báðir skjótt um at taka samstarvið upp av nýggjum, sigur venjarin við heimasíðuna hjá HB.

Størsta partin av síni fótbóltuppaling hevur hann fingið í AGF, undir leiðslu av núverandi U19-venjararanum hjá Borussia Dortmund, og fyrrverandi hjálparvenjara hjá Berthel, Mike Tullberg. Tað var eisini hann, ið mælti Berthel til at fáa hann til Vendsyssel av fyrstan tíð.

– Hann er ein spælari sum er dugnaligur í teimum smáu økjunum, og kann seta sín beinleiðis mótstøðumann av við nógvari ferð. Bæði við og uttan bólt. Harumframt hevur hann høga og intensa renniorku, sum ger at hansara eginleikar passa væl til okkara ágangandi spælistíl, sigur Berthel.

Sum skilst verður Mads Boe Mikkelsen við í hópinum í kvøld, tá HB vitjar í Runavík. Sáttmálin millum partarnar er galdandi til og við kappingarárið 2021.