UEFA ársins spælari: Messi betri enn Ronaldo

Liverpool, Ajax og FC Barcelona er umboðaði á árins spælara tiltakinum hjá UEFA

Mynd: (UEFA) Frá vinstru: Frenkie de Jong, Alisson Becker, Virgil van Dijk, Aleksander Čeferin (UEFA forseti) og Lionel Messi

Mynd: (UEFA) Frá vinstru: Frenkie de Jong, Alisson Becker, Virgil van Dijk, Aleksander Čeferin (UEFA forseti) og Lionel Messi

Í gjár var ársins spælari tiltakið hjá UEFA fyri farna kappingarár. Virgil van Dijk úr Liverpool bleiv valdur til árins spælara. Hartil skuldi eisini veljast ársins málverji, verjuspælari, miðvallari og áleypari.

Ársins málverjin bleiv Alisson Becker úr Liverpool, meðan Virgil van Dijk eisini bleiv kosin til árins verjuspælara. Ársins miðvallari er Frenkie de Jong, sum farna kappingarár spældi við Ajax. Hann spælir í dag í FC Barcelona.

Ársins áleypari bleiv Lionel Messi úr FC Barcelona. Hann vann heiðurin frammanfyri Cristiano Ronaldo. Teir báðir sótu síð um síð til tiltakið. Í samrøðu til tiltakið róstu teir hvørjum øðrum og tóktust kanska meiri vinarligir enn fyrr.

- Vit hava verið á hesum pallunum 15 ár og kappast. Eg veit ikki um tað er hent fyrr. Hann hevur gjørt meg betri, og umvent. Vit hava eitt sunt vinarlag, men vit hava ikki sitið til borð við hvørjum øðrum - enn, segði Cristiano Ronaldo við einum smíli.

##med2##

Mynd: (UEFA) Frá vinstru: Frenkie de Jong, Alisson Becker, Virgil van Dijk, Aleksander Čeferin (UEFA forseti) og Lionel Messi

Lionel Messi & Cristiano Ronaldo Joke At UEFA Champions League Draw