UEFA: Bara eEURO 2020 kappingin koyrir

Mynd: (FSF.fo)

Mynd: (FSF.fo)

Evropesiska Fótbóltssambandið hevur útsett og avlýst allar dystir í komandi framtíð, og í gjár bleiv EM 2020 endaspælið eisini útsett í eitt ár. Eftir er bara UEFA eEURO 2020 undankappingini, har Føroyar luttaka. Tað er landsliðsfótbóltur í telduspælinum PES.

Eftir fyrra umfar í UEFA eEURO 2020 undankappingini, eru Føroyar nummar 4 í bólkinum. Føroyska liðið vann á Wales og Andorra, men tapti fyri Italia, Montenegro og Ukraina

– Vit vistu framman undan, at Ukraina og Italia vóru nærum ómøgulig at gera nakað við, meðan vit vóru nøkulunda á sama støði sum hini trý londini. Úrslitið ímóti Montenegro eru vit tískil als ikki nøgdir við, og serliga mítt avrik var ikki nøktandi. Men nú vit vita, hvat vit serliga skulu venja til seinna umfar, sigur Heðin Egholm Skov, føroyskur eLandsliðsspælari, við heimasíðuna hjá FSF.

Tað byrjaði væl hjá føroyska eLandsliðnum í fótbólti, sum mánadagin hevur spælt fyrra umfar í UEFA eEURO 2020 undankappingini. Heðin Egholm Skov og Virgar Trondesen, ið manna føroyska eLandsliðið, løgdu fyri við at vinna 3-1 á Wales, og síðani varð Andorra sent av “vøllinum” við somu úrtøku. Men so steðgaði upp, og føroyska liðið tapti greitt fyri Italia, Montenegro og Ukraina.

Úrslitini hava við sær, at Føroyar eru nummar 4 í bólkinum við 6 stigum. Italiumenn liva upp til favorittleiklutin, og eru fremst við 13 stigum. Seinna umfar verður spælt um tvær vikur, mánadagin 30. mars.

Úrslit (1. umfar):

Wales – Føroyar 1-3

Føroyar – Andorra 3-1

Italia – Føroyar 10-4

Montenegro – Føroyar 6-2

Føroyar – Ukraina 2-13

Mynd: (FSF.fo)