UEFA-fundur: Samanhald yvir telduskermarnar

- Tað var eitt sindur undarligt, at allir forsetarnir sita heima við hús til ein slíkan fund, sigur Christian F. Andreasen

Mynd: (FSF) Christian F. Andreasen til aðalfundin í ár

Mynd: (FSF) Christian F. Andreasen til aðalfundin í ár

Evropesiska Fótbóltssamgongan hevði í gjár fund, har øll 55 lima-londini vóru við. Tað bleiv millum annað avgjørt at útseta EM-endaspælið í eitt ár, meðan heimaligu landskappingarnar blivu raðfestar.

Christian F. Andreasen var saman við varaaðalskrivaranum, Kristini Dam Ziska, á fundinum umvegis ein telduskerm. Í hesum koronatíðum er øll ferðing og størri samlingar frámældar, og tí var fundurin umvegis telduskermar.

- Tað var eitt sindur undarligt, at allir forsetarnir sita heima við hús til ein slíkan fund. Sjálvur sat eg eisini heima og arbeiði heimanifrá. Vit hava fingið boð um at ansa eftir og tað geri eg sjálvandi eisini, sigur forsetin í Fótbóltssambandinum.

Leggja ósemjur til síðis

Tað ljóðar, at tveir av forsetunum hava fingið koronavirus, so tað rakar eisini toppin av fótbóltsheiminum, sum vísur stóran vilja til at samstarva.

- Stuðlar og øll onnur kring fótbóltin vísa stórt samanhald. Meginreglan í at tálma hesi støðuni, er at øll eru samd og standa saman, og ikki geva hvørjum øðrum skyldina, men leggja ósemjur til síðis, sigur Christian F. Andreasen.

Tey eru nógv, sum hava síni egnu áhugamál til ein slíkan fund, men forsetin sigur at her var breið semja um at finna loysnir. Eitt nú verður arbeitt við at fáa Champions League finaluna, sum verður í Istanbul í Turkalandi, útsetta til í seinasta lagi 1. juli í summar. Orsøkin til júst hesa dagfestingina er, at flestu sáttmálar, sum ganga út í ár, eru til 1. juli.

##med3##

Við útsetingini av EM fáa londini seks vikur longri at avgreiða sínar heimligu kappingar. Eitt nú Premier League, Seria A, La Liga og Bundesligan. Somuleiðis er seks vikur longri at fáa avgreitt Champions League og Europa League.

UEFA vil hava breiða semju

Forsetin í UEFA, Aleksander Čeferin, legði stóran dent á, at sambondini mugu vera við til at finna eina loysn.

##med2##

- Tað var týdningarmikið fyri Aleksander Čeferin, at hetta er ikki nakað, sum hann skal avgera einsamallur. Vit fingu øll møguleikan at taka orðið, og tað vóru tað fleiri, sum gjørdu. Vit boðaðu bara frá, at vit vóru samdir. Týskland, Spania og Portugal tóku øll orðið og vóru øll samd, og tað saman við Turkalandi, sum tók undir við at flyta Champions League finaluna, sigur Christian F. Andreasen og leggur afturat:

- Tað er breið semja um hesa loysnirnar. Tað, sum vit royna, er at fáa allar heimligar kappingar avgreiddar, tí verður EM-endaspælið offrað. So fáa samgongirnar seg vikur longri at avgreiða kappingarnar. Síðani byrjaði Europa League og Champions League vónandi til røtta tíð komandi kappingarár, sigur forsetin í Fótbóltssambandinum.

Mynd: (FSF) Christian F. Andreasen til aðalfundin í ár

Mynd: (Scanpix) Forsetin í UEFA

Mynd: (privatmynd) Christian F. Andreasen og forsetin í FIFA, Gianni Infantino