UEFA ger nýggja lið-kapping

Champions League, Europa League og nú Europa Conference League

Mynd: (UEFA)

Mynd: (UEFA)

Ovasta leiðslan í UEFA, evropesiska fótbóltssamgongan, hevur havt fund í Ljubljana í Slovenia. Á fundinum kunngjørdi UEFA, at ein nýggj kapping verður løgd afturat Champions League og Europa League.

Kappingin hevur fingið heitið UEFA Europa Conference League. Hetta fyri at geva fleiri feløgum møguleika at spæla í Evropa. Kappingin verður skipað eins hinar báðar kappingarnar við átta bólkum við fýra liðnum og spælt verður hósdag eins og í Europa League.

Vinnararnir í bólkaspælinum fara víðari til endaspælið, meðan nummar tvey í hvørjum bólki skal spæla móti nummar trý í bólkspælinum í Europa League. Vinnarin av UEFA Europa Conference League fær eitt pláss í Europa League komandi kappingarár.

Enn er eitt sindur ógreitt hvussu hetta kemur at ávirka føroyskan fótbólt, men líkt er til at UEFA heldur fast í somu mannagongdum sum við hinum kappingunum. Tað kundi givið møguleikar til at fleiri føroysk lið sleppa í Evropa.

Mynd: (UEFA)