UEFA: Hesin er ársins spælari

Robert Lewandowski, Kevin De Bruyne og Manuel Neuer vóru í uppskotið til UEFA ársins spælara

UEFA hevur kosið Robert Lewandowski sum ársins spælara í evropesiskum fótbólti. Pólski áleyparin er kosin frammanfyri belgiska miðvallaran hjá Manchester City, Kevin De Bruyne, og liðfelagin úr Bayern Munchen, týski málverjin Manuel Neuer.

Bayern München vann í farna kappingarári Champions League, týska meistaraheitið og týsku steypakappingina. Robert Lewandowski, skoraði 55 mál í 47 dystum, fekk heili 477 stig í atkvøðugreiðsluni. Kevin De Bruyne fekk 90 stig og Manuel Neuer fekk 66 stig.

Venjarin hjá Bayern Munchen, Hans-Dieter Flick, bleiv kosin til ársins venjara.