UEFA loyvir áskoðarum – um myndugleikarnir loyva tí

Tað er møguleiki fyri, at tað verða áskoðarar til komandi landsdystirnar í Nations League

Evropesiska Fótbóltssambandið hevur boðað frá, at tað er nú upp til landsliðsmyndugleikar at avgera, um tað sleppa áskoðarar til landsdystir. Tað stendur við longu frá komandi Nations League dystunum.

UEFA gjørdi eina roynd við áskoðarum til Super Cup finaluna millum Bayern München og Sevilla. Hetta spældi væl av, og tí hevur UEFA valt at lata tað verða upp til myndugleikarnar í hvørjum einstøkum landi, um teir vilja loyva áskoðarum ella ikki

Kravið frá UEFA er, at leikvøllurin er í mesta lagi 30 prosent av setrunum verða brúkt. Myndugleikarnir kunnu tók áseta aðrar treytir, men 30 prosent av fullum leikvølli er tað hægsta talið av áskoðarum. Fyribils er talan bara um heimaáskoðarar.

Tað verður mett, at hetta eisini kemur at verða galdandi fyri bólkaspælið í Champions League og Europa League.