UEFA: Virgil er ársins spælari í Evropa

Virgil van Dijk er valdur til ársins spælara í Evropa frammanfyri Lionel Messi og Cristiano Ronaldo

Mynd: (UEFA) Virgil van Dijk

Mynd: (UEFA) Virgil van Dijk

Virgil van Dijk er valdur til ársins spælara í Evropa frammanfyri Lionel Messi og Cristiano Ronaldo. Miðverjin úr Hollandi vann Champions League við Liverpool. Hann hevur verið sannførandi alt kappingaráriðbæði fyri Liverpool og Hollandi.

Lionel Messi fekk næstflestar atkvøður, meðan Cristiano Ronaldo bleiv nummar trý. Liverpool eigur síðani tríggjar teir komandi á listanum.

Hjá kvinnunum bleiv enska Lucy Bronze vald til ársins spælara frammanfyri norsku Adu Hegerberg.

Topp tíggju listin til UEFA árins spælari:

1 Virgil van Dijk (Liverpool & Holland) – 305 stig

2 Lionel Messi (Barcelona & Argentina) – 207 stig

3 Cristiano Ronaldo (Juventus & Portugal) – 74 stig

4 Alisson Becker (Liverpool & Brasil) – 57 stig

5 Sadio Mané (Liverpool & Senegal) – 51 stig

6 Mohamed Salah (Liverpool & Egyptaland) – 49 stig

7 Eden Hazard (Chelsea/Real Madrid & Belgia) – 38 stig

8= Matthijs de Ligt (Ajax/Juventus & Holland) – 27 stig

8= Frenkie de Jong (Ajax/Barcelona & Holland) – 27 stig

10 Raheem Sterling (Manchester City & England) – 12 stig

Vinnarar av UEFA ársins spælara gjøgnum tíðina:

2018/19 – Virgil van Dijk (Liverpool & Holland)

2017/18 ─ Luka Modrić (Real Madrid & Kroatia)

2016/17 ─ Cristiano Ronaldo (Real Madrid & Portugal)

2015/16 ─ Cristiano Ronaldo (Real Madrid & Portugal)

2014/15 ─ Lionel Messi (Barcelona & Argentina)

2013/14 ─ Cristiano Ronaldo (Real Madrid & Portugal)

2012/13 ─ Franck Ribéry (Bayern Munchen & Frakland)

2011/12 ─ Andrés Iniesta (Barcelona & Spania)

 

2010/11 ─ Lionel Messi (Barcelona & Argentina)

Mynd: (UEFA) Virgil van Dijk