Ukraina-Føroyar beinleiðis á FM1 mikudagin

Sjúrður H. Hoydal fer saman við viðmerkjarunum, Hjalta Mohr Jacobsen og Andrias Eriksen at hava eina øðrvísi EM-undandystarfrásøgn

Mynd: hsf.fo

Mynd: hsf.fo

Korona hevur gjørt tað óhøggligt at ferðast til útidystir í undankappingum hjá bæði fótbóltslandsliðnum og hjá hondbóltslandsliðnum, men ráð er fyri tí: Ein studiofrásøgn við tveimum hollum viðmerkjarum.

Hondbóltsfrásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal fer aftaná tíðindasendingina klokkan 15 seinnapartin í morgin at hava eina øðrvísi frásøgn av EM-undankappingardystinum millum Ukraina og Føroyar. Saman við sær hevur Sjúrður bæði Hjalta Mohr Jacobsen og Andrias Eriksen sum viðmerkjarar.

Tíðindasendingin sum plagar at vera klokkan 17 verður tí umleið klokkan 17.15 í morgin. Aftaná tíðindasendingina verður ringt til venjaran og onkran føroyskan landsliðsspælara. 

Øll kunnu hoyra FM1 HER

Mynd: hsf.fo