Umbering frá Arminia Bielefeld

Arminia Bielefeld fekk gullið um hálsin í gleðisrúsi, sum felagið nú biður um umbering fyri

DSC Arminia Bielefeld, sum hevur Jóan Símun Edmundsson í hópinum, fekk sunnudagin gullið um hálsin, eftir seinasta umfar. Gleðin var so stór millum spælarar og onnur, at tað tað eydnaðist ikki ordiliga at halda koronatilmælini frá týsku mynduleikunum. Tað hevur felagið nú biðið um umbering fyri.

- Vit harmast um tað, sum hendi eftir seinasta heimadystin 2. Bundesliguni móti 1. FC Heidenheim. Í gleðisrúsinum yvir at hava vunnið tóku kenslurnar yvir og vit megnaðu ikki at liva upp til koronatilmælini. Vit vilja tí biðja borgarnar, mynduleikarnar og trygdarliðini í Bielefeld um umbering, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Tað var dramatikkur í 2. Bundesliguni, tá seinasta umfar var sunnudagin. DSC Arminia Bielefeld hevði longu tryggjað sær gullið og uppflyting, meðan Hamburg SV bleiv heilt stóri taparin og kann ikki flyta upp.

DSC Arminia Bielefeld vann 3-0 á 1. FC Heidenheim 1846, sum var harðari kapping við Hamburg SV um triðja plássið, ið gevur atgongd til eina uppgerð móti nummar 16. í Bundesliguni um upp- og niðurflyting.

Jóan Símun Edmundsson er skaddur og var tí ikki við DSC Arminia Bielefeld. Hamburg SV skuldi bara hava javnleik, fyri at tryggja sær triðja plássið, men tapti heili 5-1 á heimavølli móti SV Sandhausen. Tí skal 1. FC Heidenheim 1846 nú spæla móti Werder Bremen um upp og niðurflyting.