Umráðandi seinasta venjing

-Vit eru púrasta til reiðar

Jeppe Borch, hjálparvenjari, greiðir frá einari álopsskipan

Jeppe Borch, hjálparvenjari, greiðir frá einari álopsskipan

Dysturin, Føroyar - Ukraina, verður leiktur leygardagin klokkan 16.45 - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

 

Í kvøld hevði føroyska landsliðið seinastu venjingina á hesum sinni. Nú er bert eftir at spæla dystin ímóti Ukraina, og leikararnir nýttu høvið at royna seg við nøkrum mótvápnum at steðga ukrainum við.

 

Sonni Larsen, landsliðvenjari, legði størstan dentin á, at royna eina eitt sindur øðrvísi verjuætlan fyri tá, ið ukrainar krossa í álopinum. Ein nýggj avtala er gjørd fyri hvussu leikararnir skifta í mun til krossarnar, og og venjarin var nøgdur við at leikararnir fluttu seg væl í verjuni við hesi ætlan.

 

Álopsspælið varð ikki gloymt við venjingina, og Sonni Larsen helt at hetta var á góðari leið. Her verða avtalurnar nakað tær somu sum í fyrra dystinum, meðan størsti denturin var lagdur á at betra verjuspælið, ið ikki riggaði nóg væl mikukvøldið í Kiev.

 

Hetta er seinasta landsliðsvenjing á hesum sinni, og Sonni Larsen greiðir frá at hon, eins og allar venjingar eru umráðandi.

- Leikararnir hava vant saman óteljandi ferðir, og hava nógv ár eftir enn, men fyri hvørja ferð sæst hvussu framgongdin er, sigur landsliðsvenjarin, sumgleðir seg at síggja hvussu tað úrslitar seg leygardagin.

Sonni Larsen letur eyguni ferðast runt í høllini, og greiðir frá hvussu leikararnir gleða seg at spæla í hesum kørmunum.

-Vit eru púrasta til reiðar. Hetta verður feitt, sigur Sonni Larsen at enda.

 

 

Jeppe Borch, hjálparvenjari, greiðir frá einari álopsskipan