Undan finalunum: Kyndil hevur ikki vunnið á VÍF í landskappingini

VÍF hevur bert tapt ein dyst ímóti Kyndli í ár, men er ikki favorittur

Fyrsta FM-finalan hjá kvinnum ímillum Kyndil og VÍF verður leikt í Høllini á Hálsi klokkan 20.00 í kvøld. - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

 

Tá ið Kyndil og VÍF hittast í Høllini á Hálsi mikukvøldið klokka 20.00 til fyrstu FM-finaluna, kunnu vestmenningar ugga seg við, at VÍF hevur ikki tapt ímóti Kyndli í landskappingini í ár. Hetta er í sjálvum sær góð úrslit, men líta vit aftur á dystirnar, so sigur søgan at Kyndil kemur nærri og nærri og kanska meira enn tað.

Í øðrum umfari av SMS-deildini hittust finalistarnir fyrstu ferð hetta árið, og VÍF vann greiðan sigur við 34-24 í einum dysti, har einki bendi á, at Kyndil skuldi enda við at spæla finalu. Aðru ferð feløgini hittust, vann VÍF aftur greitt. 24-18. Í januar var triði innanhýsis dysturin og nú bórust boð um, at Kyndil var við í spælinum. Dysturin endaði 26-25 til VÍF eftir at Kyndil hevði verið á odda 24-25 í seinasta minutti. Seinasti landskappingardysturin endaði við javnleiki 22-22, eftir at Kyndil tók stóra leiðslu aftur í seinna hálvleiki.

Søgan hetta kappingarárið vísir greitt at Kyndil hevur tikið seg inn á støðið hjá ráðandi Føroyameistarunum, og so var tað líka steypafinalan. Har vant Kyndil burtur úr VÍF og vann tryggan sigur við 31-24. Mikukvøldið klokkan 20.00 er leikvøllurin hin sami. Kyndil vónar eina endurtøku, meðan VÍF tráar eftir hevnd, men tað er ógjørligt at spáa um hvør fer at eydnast við sínum ætlanum.