Ungir H71-arar bastu ungum Kyndilsmonnum

H71 vann 30-28 á Kyndli í einum dysti, sum var merktur av breiddarleikarum og stórtalentum

Elias Ellefsen á Skipagøtu tóktist hugna sær í dag við níggju málum. Pætur Mikkjalsson (nr 18) skoraði átta ferðir

Elias Ellefsen á Skipagøtu tóktist hugna sær í dag við níggju málum. Pætur Mikkjalsson (nr 18) skoraði átta ferðir

H71 styrkti í dag um oddasessin við at vinna 30-28 á Kyndli í einum dysti, sum als ikki hevði somu tendringina, sum steypafinalan ímillum liðini bæði fyri tveimum vikum síðani.

Øll mundu kenna tað fyri givið, at H71 fer við fremsta plássinum í grundspælinum, meðan Kyndil endar nummar seks, og dysturin í dag bendi ongantíð veruliga á nakað annað.

Kyndil var nú uttan Bartal Klein Olsen, meðan H71 var uttan Peter Krogh, sum framvegis hevur tríggjar vikur eftir av sínum útbúgvingarørindum í Danmark.

H71 hevði munin so at siga allatíðina í dag. Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi nógv um seg í álopinum, har hann annaðhvørt skjeyt sjálvur ella skapti møguleikar, sum serliga Pætur Mikkjalsson gagnnýtti, meðan málverjarnir, Tórður Guttesen hjá Kyndli og Hørður Trygvason hjá H71 eisini vístu seg væl fram.

Annars var stórsti fagnaðurin í dag fyri teimum mongu leikarunum, sum i dag fingu meira leiktíð enn vanligt. Hjá Kyndli, Borgar Sveinsson á bakk-plássunum, Jákup Jørgensen á vinstra vongi, Jóan Pauli Paturson á strikuni og Sámal Pauli B. Petersen í málinum. Harafturat bar Ovi Lützen nógva ábyrgd á Kyndilsliðnum í bæði verju- og álopi.

Hjá H71 løgdust serliga til merkis Baldur Gillason á vinstra vongi, Sveinur Olafson í verjuni, Janus Dam á vinstra vongi, Sakaris Sakarisson á strikuni, Bogi Hansen á høgra vongi og Høgni Fríðuson Gaard á bakk-plássunum.

Stutt fyri hálvleik minkaði Kyndil niður í eitt mál, og ein hálvan tíma seinni hendi tað aftur.

Júst fimm minuttir vóru eftir at leika, tá ið Jákup Jørgensen fleyg inn av vinstra vongi, og minkaði um munin til 26-25. Liðini skiftust at skora, og tá ið Rógvi Dal Christiansen fangaði ein bólt á strikuni og skoraði var støðan 29-28 til H71. Ein minuttur eftir. H71 spældi til eini 15 sekund restaði í, dómararnir koyrdu hondina í loft, og Elias Ellefsen á Skipagøtu legði trýst út ímóti høgru, har hann og tveir kyndilsleikarar fóru um koll. Hans Kári Hansen endaði við bóltinum niðri í horninum, leyp upp um teir koppaðu leikararnar, og júst sum øll gjørdu seg til reiðar til at hetta fór at merkja brotskast, so legði hann onkursvegna bóltin í málið til endaligu støðuna 30-28 til H71, sum nú er seks stig á odda í Okkaradeildini. Átta stig eru eftir at spæla um.

Kyndil – H71 28-30 (13-14)

Kyndil: Anders Risdal 6, Ovi Lützen 4, Jákup Jørgensen 4, Hjalti Mohr Jacobsen 3, Tummas Pauli Hanusarson 3, Rógvi Dal Christiansen 3, Tróndur Wardum 2, Borgar Sveinsson 2, Rani Ellingsgaard 1

H71: Elias E. á Skipagøtu 9, Pætur Mikkjalsson 8, Vilhelm Poulsen 3, Baldur Gillason 2, Leivur Mortensen 2, Høgni Fríðuson Gaard 2, Pætur Thomsen 1, Sakaris a. Sakarisson 1, Hilmar Leon Jakobsen 1, Hans Kári Hansen 1

##ms##

Elias Ellefsen á Skipagøtu tóktist hugna sær í dag við níggju málum. Pætur Mikkjalsson (nr 18) skoraði átta ferðir