Ungir klaksvíkingar vóru bestir

Ársins ungu leikarar spæla bæði við KÍ.

Teir ymisku heiðrarnir í føroyskum fótbólti 2019 verða handaðir í kvøld á árliga Fótbóltsgalla, sum Miðlahúsið og FM í samstarvið við FSF skipa fyri.

Júst nú er handað í bólkinum "Ársins ungi leikari", har føroyameistararnir úr KÍ fóru avstað við báðum tveimum - Jákup B. Andreasen á manssíðuni og Sanna Svarvadal á kvinnusíðuni.

Hini tilnevndu vóru Petur Knudsen (NSÍ), Adrian Justinussen (HB), Birita Ryan (KÍ) og Jensa Tórsólvsdóttir (ÍF/Víkingur/B68).

##med2##