Ungur føroyingur í bestu donsku hondbóltsdeildini

18 ára gamli Hákun West av Teigum hevur skrivað sáttmála við Skanderborg í fremstu donsku hondbóltsdeildini. Tríggir føroyingar leggjast eisini afturat á ungdómsliðnum.

18 ára gamli Hákun West av Teigum hevur skrivað sáttmála við Skanderborg (Mynd: Harald Bjørgvin)

18 ára gamli Hákun West av Teigum hevur skrivað sáttmála við Skanderborg (Mynd: Harald Bjørgvin)

18 ára gamli føroyski høgri vongurin, Hákun West av Teigum, skal spæla í fremstu donsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár. Tað verður við felagnum Skanderborg, har føroyingurin áður hevur spælt ungdómshondbólt. 

Skanderborg lá nummar seks í Primo Tours-liguni, ið er fremsta deildin í Danmark, og skuldi undir at spæla endaspælið, tá ið kappingarárið brátt endaði í vár.

Nú hevur felagið skrivað sáttmála við 18 ára gamla føroyingin, sum sostatt nú er yrkisleikari í vaksnamannahondbólti.

Felagið fær eisini tríggjar føroyingar afturat í U19-hópin. Teir eru Pauli Mittún, Janus Dam Djurhuus og Dánjal Ragnarsson. Frammanundan er eisini málverjin, Pauli Jacobsen á U19-liðnum, eins og málverjin, Rakul Wardum, ger um seg hjá kvinnunum.

Fyrireikingarnar eru longu byrjaðar

Tað verður eingin ólavssøka hjá føroyska stórtalentinum. Tá ið in.fo fær orðið á Hákun West av Teigum, er hann júst liðugur við fyrstu venjingina sum yrkisleikari. Hann hevur áður vant við liga-liðnum afturat ungdómsliðnum. Eina ferð um vikuna hevur verið vanligt, so Hákun og liðfelagarnir kenna longu hvønn annan.

- Sera spennandi, avbjóðandi og stuttligt, eru orðini, ið Hákun setir á nýggju tilveruna sum Liga-leikari.

##med2##

Avloysir svenskan landsliðsleikara

Eitt pláss sum høgri vongur hjá Skanderborg gjørdist tøkt til føroyingin, tá ið felagið fyrr í summar segði farvæl við svenska høgra vongin, Jonas Samuelsson, ið hevur verið ein profilur á liðnum, og eisini fekk sínar fyrstu landsdystir í vár, áðrenn hann fór víðari til donsku greipuvinnararnar úr Aalborg.

Hákun greiðir frá, at ein annar vongur - 24 ára gamli Mikkel Haack - stendur frammanfyri í røðini, og føroyingurin verður tí annað valið á høgra vonginum hetta kappingarárið.

- Hann kemur sjálvandi at fáa flestu minuttirnar, og so skal eg bara vera klárur at traðka til og taka møguleikarnar tá ið teir koma, sigur Hákun, ið leggur dent á, at tað snýr seg um at venja seg við vaksnamannahondbólt og at menna seg sum leikara.

Vunnið alt í Føroyum

Hákun West av Teigum hevur ment seg við lít, síðani hann byrjaði at spæla hondbólt við H71 sum átta ára gamal í 2010.

Hesi tíggju árini hava hann og liðfelagarnir vunnið so at siga alt sum vinnast kann. Við H71, bæði í Føroyum og í heimsins størstu hondbóltskapping, Partille Cup - og í Lundaspelen í Svøríki.

Síðani stóð Danmark fyri skotum.

16 ára gamal fór Hákun, saman við Paula Jacobsen og Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, til Skanderborg, á víðagitna hondbóltsskúlan, SHEA, ið er knýttur at hondbóltsfelagnum, Skanderborg. Tað var eftir eitt summar, har teir høvdu staðið seg væl ímóti eldri mótstøðu á U18-landsliðnum.

Nú hava bæði Hákun og Elias skrivað yrkissáttmálar. 

Úr savninum: Tí valdi Elias IK Sävehof

Úr savninum: U18: Føroyar tóku fimta plássið við stórsigri

- Vit tosaðu nógvir um at fara niður á hondbóltsskúla, minnist Hákun. Og tað var antin her, ella í Skjern, sum fleiri eisini fóru.

- Vit vóru til royndarvenjing her, og teir vildu gjarna hava meg. Og so tók eg tann kjansin, tekur Hákun til.

Kann koma langt í Skanderborg

SHEA og Skanderborg hava eitt víðagitið venjingarumhvørvi, ið av álvara gjørdist kent í Føroyum, tá ið ein annar høgri vongur, Jóhan á Plógv Hansen, fór hesa leiðina og gjørdist yrkisleikari í Skanderborg, og næstu árini gjørdist Danmarksmeistari við BSV, Heimsmeistari við Danmark, og nú endaði í stóra týska felagnum, Hannover.

Komin í hetta venjingarumhvørvið, har yrkisleikarar vera klaktir, kyknaði dreymurin um yrkishondbólt av álvara hjá Hákuni.

- Tað var ikki fyrr enn eg kom her, at eg fór at gera mær tankar um, at eg kundi koma langt í hondbóltinum, sigur nýggjasti føroyski yrkisleikarin.

Vann aftur alt

Og tað gekk upp á stás hjá Hákuni og liðfeløgunum.

Fyrsta árið vunnu teir greipuna. Serligt við tí var, at teir gjørdust Danmarksmeistarar fyri dreingir 16 - og steypavinnarar við dreingjum 18.

Úr savninum: Føroysk stórtalent vunnu steypakappingina - Móti eldri leikarum

##med3##

Tá vóru tey fyrstu eyguni í Danmark av álvara farin at lata seg upp fyri Hákuni og hinum føroyingunum - og nakrar mánaðir eftir - gjørdust teir heimskendir í ungdómshondbólti, tá ið teir vunnu European Open-kappingina í Svøríki.

Úr savninum: Føroyar løgdu heimsstjørnurnar uppá lærið

Teir tríggir í Skanderborg, Hákun, Pauli og Elias vóru allir valdir á All-star-liðið, sum teir bestu á sínum plássi.

Úr savninum: VIDEO: Tá Føroyar fingu steyp og aðrar heiðrar

Eftir tað kappingarárið, takkaði Elias fyri seg í Skanderborg, meðan Hákun og Pauli hildu fram á U19-liðnum.

Tað gekk væl, men júst sum steypafinaluvikuskiftið nærkaðist, steðgaði korona kappingarárinum.

Úr savninum: Føroyskir U17-dreingir vunnu aftur á risastórum palli

Nýggj føroysk innrás í Skanderborg

U19-liðið verður við fitt av føroyingum komandi kappingarár. Pauli Jacobsen er har enn, og so leggjast tríggir føroyingar afturat. Liðfelagarnir hjá Hákuni, av bæði landsliðnum og ungu døgunum í H71, Pauli Mittún og Janus Dam Djurhuus, fara at royna seg á U19-liðnum komandi kappingarár. Afturat teimum kemur Dánjal Ragnarsson úr Neistanum, sum hevði skotið næstflest mál í føroysku mansdeildini áðrenn korona steðgaði kappingárinum.

Á kvinnuliðnum er eisini ein føroyingur: Málverjin, Rakul Wardum.

- Nú vera vit seks føroyingar, haldi eg, sigur Hákun, sum fegnast um at tað helst verður stuttligt. Men tað snýr seg fyrst og fremst um at bjóða av ímóti stjørnunum í bestu donsku deildini.

##med4##

Vil vera við har tað er stuttligt

Skanderborg hevur verið eitt miðallið, ið kortini hevur megnað at hótt oddin nakrar ferðir seinastu kappingarárini -  Tað gjørdist millum annað til silvur í steypakappingini í 2019, og liðið lá væl fyri at spæla ovara endaspælið áðrenn koronasteðgin.

- Vit hava ein sterkan hóp, og vit vilja vera við har tað er stuttligt at spæla, staðfestir Hákun West av Teigum, áðrenn fyrsta kappingarárið í bestu donsku deildini.

18 ára gamli Hákun West av Teigum hevur skrivað sáttmála við Skanderborg (Mynd: Harald Bjørgvin)

Hákun West av Teigum eftir enn eitt mál ímóti Ungarn í hálvfinaluni í European Open (Mynd: Harald Bjørgvin)

Hákun West av Teigum (nr 66), Pauli Jacobsen (í grønum) og Elias Ellefsen á Skipagøtu (í bláum uttast) vóru á "all-star-liðnum" eftir European Open-sigurin (Mynd: Harald Bjørgvin)

Her trívist Hákun West av Teigum væl. Til reiðar í høgra horni í European Open-finaluni. Komandi kappingarár verður tað í stóru donsku høllunum (Mynd: Harald Bjørgvin)