United og Liverpool møtast í 4. umfari í FA Cup kappingini

Liverpool skal ein túr á Old Trafford leikvøllin í Manchester í komandi umfarinum í ensku steypakappingini

Manchester United og Liverpool møtast í fjórða umfarinum í FA Cup kappingini

Manchester United og Liverpool møtast í fjórða umfarinum í FA Cup kappingini

Enska fótbóltssambandið hevur tikið lut hvørji lið skulu møtast í fjórða og í fimta umfarinum í FA Cup kappingini.

Tað fyrsta sum fangar eygað er, at Manchester United og Liverpool møtast á Old Trafford leikvøllinum í Manchester.

Chorley úr 6. deild møtir Wolverhampton á heimavølli, og tað munnu parttíðar spælararnir fegnast stórliga um.

Manchester City møtir Cheltenham á útivølli, og er uttan iva størsti favoriturin í 4. umfari.

Hetta er lutakastið til 4. umfar (22. til 25. januar) :

Cheltenham-Manchester City

Bournemouth-Crawley Town

Swansea-Nottingham Forest

Manchester United-Liverpool

Southampton/Shrewsbury-Arsenal

Barnsley-Norwich

Chorley-Wolverhampton

Millwall-Bristol City

Brighton-Blackpool

Wycombe-Tottenham

Fulham-Burnley

Sheffield United-Plymouth

Chelsea-Luton

West Ham-Doncaster

Brentford-Leicester

Everton-Sheffield Wednesday

Hetta er lutakastið til 5. umfar (9. til 11. februar) :

Fulham/Burnley-Bournemouth/Crawley

Man Utd/Liverpool-West Ham eller Doncaster

Sheff Utd/Plymouth-Millwall/Bristol City

Chorley/Wolves-Southampton/Shrewsbury eller Arsenal

Barnsley/Norwich-Chelsea/Luton

Everton/Sheffield Wednesday-Wycombe/Tottenham

Swansea/Nottingham Forest-Cheltenham/Man City

Brentford/Leicester-Brighton/Blackpool

 

 

Manchester United og Liverpool møtast í fjórða umfarinum í FA Cup kappingini